Vælferðin stendur fyri hóttafalli

Politiski ansurin og áhugin fyri vælferðarsamfelagnum er ikki til í tann mun, sum krevst, fyri at langtíðartryggja haldførið á teimum týdningarmestu tænastunum í samfelagnum, eitt nú tær, ið skulu tryggja vaksandi talinum av eldri borgarum eitt virðiligt lív á ellisárum!

Tað er Jón Joensen hagfrøðingur, sum ger vart við hesa gongdina, sum hevur staðið við í fleiri ár, hóast væl hevur verið kunnað um hesi viðurskifti áður.

Í grein í Dimmalætting seinasta vikuskifti (23.04.2021), undir yvirskriftini Nær kemur úlvurin? leggur hann hegnisliga tølini á borðið, sum vísa, at vit fara at verða nógv fleiri eldri (les pensjónistar, sum ikki telja við í arbeiðsstyrkini) í árunum sum koma, tí livifóturin økist ár um ár.

Serliga er talið á teimum 67 ára gomlu og eldri og 75 ára gomlu og eldri, sum er vaksið hesi seinastu 8 árini frá 2013 til 2020. Samlaða fólkatalið vaks í hesum tíðarskeiði við 9 prosentum. Aldursbólkurin 0-15 ár vaks við 6 prosentum, og 16-66 ár vaks við 7 prosentum. Samstundis vaks aldursbólkurin 67 ár og eldri við 22 prosentum, og tað sama var galdandi fyri tey 75 ár og eldri, meðan aldursbólkurin 80 ár og eldri vaks við 9 prosentum.

Í greinini vísir Jón Joensen á, at vit søguliga kunnu staðfesta, at talið av pensjónistum veksur tríggjar ferðir so nógv sum arbeiðsstyrkin, og at hetta er hent hóast vit hava metstóra tilflyting.

Á myndini oman fyri, ið kallast “Indeks av fólkatalinum 1985-2060 (2013 = 100)”, sæst, at talið á pensjónistum byrjaði av álvara at vaksa longu í 2007. Jón Joensen sigur, við hesum í huga, at tí er tað ikki ein spurningur, nær úlvurin kemur, men at hann longu er komin, og er farin at fjølgast í ólukkumát.

Vælferðin stendur fyri hóttafalli
Sum ein avleiðing av, at neyðug átøk at verja og tryggja vælferðina ikki verða raðfest, vísir Jón Joensen í greinini á, at tað framvegis er trupult at fáa størvini innan heilsurøkt, eldrarøkt og á sosiala økinum mannaði, tí vit mangla bæði leik og lærd til hesi øki, umframt at størv til hetta heilt einfalt ikki eru til (tey verða ikki sett ella normerað).

Í umleið sjey ár eru stórt sæð ongar íløgur gjørdar í búeindir til eldrarøkt, og starvsfólkatalið er heldur ikki broytt, hóast henda ógvusliga vøkstur í talinum av eldri borgarum.

Tørvurin á tænastum á eldraøkinum er ovurhondsstórur, serliga hjá teimum eldru pensjónistunum, har talan ikki longur er um ein vanligan vøkstur, men ein eksponentiellan vøkstur.

Fíggingin av haldførinum
Yvirskipað er eingin trupulleiki hjá okkum at fíggja tað, sum hetta kostar. Fyri eitt landi sum helst er heimsins ríkasta, mált pr. íbúgva, er bert talan um politiskan vilja, og einki annað, skrivar Jón Joensen í greinini í Dimmalætting, fríggjadagin 23. apríl 2021.

Bygnaðarligur trupulleiki
Tann stóra avbjóðingin í øllum hesum sigur Jón Joensen er helst ein bygnaðarligur trupulleiki. Skulu vit nøkta tørvin á vælferðartænastum nú og framyvir, mugu vit m.a. gera íløgur í útbúgvingar, bygningar, normeringar og ikki minst játta hækkingar til lønir av størvum, sum kunnu vinna kappingina við lønarlagið í øðrum størvum í samfelagnum.