Vaksandi áhugi fyri grundstykkjum í Vágs kommunu

Seinastu mánaðirnar hevur verið ein vaksandi áhugi fyri grundstykkjum í Vágs kommunu. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá kommununi. 

Tað gongur væl í Føroyum, og tað sæðst aftur í, at fólkatalið veksur um alt landið. Á heimasíðu síni skrivar Vágs kommuna í dag, at fleiri fyrispurningar hava verið eftir grundstykkjum í kommununi.

– Fleiri fyrispurningar hava verið um tey kommunalu grundstykkini í Gjógvarábø og í Mýrunum, og í hesum sambandi vórðu grundstykkini í nevndu økjum í august lýst til sølu í almennum útboði, hetta sambært kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn, skrivar kommunan á heimasíðu síni, Vagur.fo

Ítøkilig boð upp á grundstykkir eru eisini komin inn, og fyrispurningar eru komnir um bæði økini. Býráðið hevur samtykt at selja grundstykkini í Gjógvarábø.