Val í Katalonia í dag

Valið, sum spanska stjórnin kravdi í Katalonia, er í dag. Verður væntandi tætt ímillum sambands- og loysingarvongin. 

Klokkan átta okkara tíð í morgun lótu valstøðini í Katalonia upp. Val er, tí spanska stjórnin sendi katalanska landslutatingið heim, eftir at Katalonia hevði atkvøtt fyri loysing, og tingið staðfesti atkvøðuna.

Charles Puidgemont, nú fyrrverandi forseti í Katalonia, rýmdi til Brússel, eftir at hann varð ákærdur fyri at leiða til uppreistur, landasvik og at misnýta almennan pening. Hann hevur noktað at møta í rættinum, tí hann heldur, at ákærurnar bera dám av politiskari herferð heldur enn veruligum løgfrøðiligum ákærum. Spanska stjórnin boðaði frá, at hann var vælkomin at stilla upp til valið, men hann hevur ikki stillað upp, tí hann heldur ikki spanska stjórnin fer at góðtaka valúrslitið, um tað ikki hóvar teimum.

Sambært BBC siga politiskir greinarar, at valúrslitið helst verður, at lítil munur verður ímillum sambands- og loysingarvongin. Ilt er at siga, hvat hendir, um loysingarvongurin vinnur valið og heldur fram við sínum loysingarstríði.

Spanska stjórnin noktaði katalanum at atkvøða um loysing, tá ið fólkaatkvøða var í oktobur mánaða. Hald varð lagt á atkvøður, fólk vórðu handtikin og fleiri vórðu hildin aftur frá valstøðunum við valdi.

Valstøðini steingja klokkan 20.00 í kvøld.