Val í Noregi um ein mánað

Í 2013 vunnu borgarligu flokkarnir valið í Noregi. Nú skal norska fólkið aftur á val. Í fleiri veljarakanningum stendur Arbeiðaraflokkurin til at gerast størsti flokkur og vinstravongurin fær meiriluta. Um so er, gerst Jonas Gahr Støre, formaður arbeiðafloksins, væntandi nýggjur forsætismálaráðharri. Tað kann tó enn henda nógv. Stórtingsvalið verður 11. septembur. 

Aftan á valið í 2013 skipaðu borgarligu flokkarnir eina minnilutastjórn. Høgri og Framsóknarflokkurin skipaðu minnilutastjórn við parlamentariskum stuðli frá Vinstra og Kristiliga fólkaflokkinum. Erna Solberg frá Høgra gjørdist forsætismálaráðharri. Stjórnin hevur ført høgravendan politikk og er av tí sama blivin kallað tann “bláabláa” stjórnin. Tá fingu borgarligu flokkarnir 96 tinglimir av teimum 169. Flokkarnir á mið-vinstru síðuni fingu 73 tingfólk. Teir vóru Arbeiðaraflokkurin, Miðflokkurin, Sosialistiski vinstraflokkurin og Umhvørvisflokkurin tey grønu.

Valið, sum skal vera um ein mánað, sær tó út til at blíva øðrvísi. Eitt miðaltal fyri veljarakanningarnar higartil í august vísir, at vinstravongurin stendur til at vinna valið. Miðaltalið vísir, at vinstravongurin fær 88 tingfólk og høgravongurin 81 tingfólk.

Tað er tó at gera veruleikan einfaldari, at bara seta høgra-vinstra knívskorið upp ímóti hvørjum øðrum. M.a. hevur Umhvørvisflokkurin tey grønu sagt, at tey kunnu arbeiða við einari høgrastjórn, um hon tekur umhvørvismál í álvara. Kommunistiski flokkurin Reytt hevur eisini sagt, at hann krevur nøkur avgerandi lyfti frá Arbeiðaraflokkinum fyri at stuðla tí, at Jonas Gahr Støre gerst statsministari. Summar veljarakanningar vísa hinvegin eitt sera tætt val, har smáu flokkarnir kunnu vera avgerandi. Tað er eisini tí, at Umhvørvisflokkurin tey grønu og Reytt longu nú royna at trýsta stóru flokkarnar fyri at fáa sítt ígjøgnum.

Samstundis skulu veljarakanningar altíð takast við fyrivarni. Hetta sóu vit m.a. í amerikanska forsetavalinum, har flestu kanningar bendu á, at Hillary Clinton fór at vinna á Donaldi Trump. Somuleiðis til fólkatingsvalið, har Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin stóðu til at fáa føroysku fólkatingssessirnar. Vit vita tó øll, at flestu veljarakanningarnar í báðum førum vístu skeiv úrslit.

Ein nýggjur flokkur stendur eisini til at sleppa inn í stórtingið fyri fyrstu ferð. Lítli kommunistiski flokkurin Reytt stendur til at fáa eitt ella tvey tingfólk í flestu veljarakanningunum. Hann hevur ikki áður havt umboðan í stórtinginum. Flokkurin er serliga farin til val uppá at broyta tað, sum tey kalla “forskjell-Norge”, t.v.s. arbeiða ímóti tí vaksandi ójavnanum, sum er í Noregi.

5. august skrivaði vinstrasinnaði miðilin Klassekampen m.a. soleiðis í eini oddagrein um valið: “Dei raudgrøne og venstresida ligg godt an og har støtte i folket i viktige krav: små økonomiske og geografiske forskjellar, arbeid til alle og gode velferdsordningar. Målingane viser likevel at marginane er så små at mobiliseringa vil avgjera. Dei partia som vinn valkampen, vil vinne valet. Berre eit breiare og sterkare folkeleg engasjement kan sikre maktskiftet som Norge treng om 37 dagar.”

Miðaltalið fyri veljarakanningarnar í augustmánaði:

Javnaðarflokkurin: 30,6%, 55 tingfólk (+1 frá 2013)
Høgri 24,6%, 45 tingfólk (-3 frá 2013)
Framsóknarflokkurin: 12,9%, 24 tingfólk (-5 frá 2013)
Sosialistiski vinstraflokkurin: 4,6%, 9 tingfólk (+2 frá 2013)
Miðflokkurin: 10,7%, 20 tingfólk (+10 frá 2013)
Kristiligi fólkaflokkurin: 5,3%, 10 tingfólk (0 frá 2013)
Vinstri: 3,2%, 2 tingfólk (-7 frá 2013)
Umhvørvisflokkurin tey grønu: 3,3%, 2 tingfólk (+1 frá 2013)
Reytt: 2,6%, 2 tingfólk (+2 frá 2013)
Aðrir smærri flokkar: 2,% tilsamans og onki tingfólk
Keldur:
http://www.pollofpolls.no/?cmd=Stortinget
www.klassekampen.no
www.nrk.no