Katrin Hoydal vardi um vikuskiftið Ph.d. ritgerð í Noregi, um hvussu dálkingin av grindahvali ávirkar hvalin.
Um vikuskiftið vardi Katrin Hoydal Ph.d. ritgerð í Noregi um grindahval í føroyskum sjógvi. Hon hevði kannað, um hvalurin verður ávirkaður av høgu dálkingarevnunum, ið eru í hvalinum.
Niðurstøðan av kanningini er í stuttum, at tað bar ikki til at staðfesta umfatandi negativ árin á hormon og vitaminir, sum eru týdningarmikil serliga fyri nøringina í hvali.
Sambært gransking.fo gekk verjan væl, og metingarnevndin helt, at úrslitini frá kanningunum í grindahvali vóru umfatandi og áhugaverd.
Verkætlanin er stuðlað úr granskingargrunninum.
Les stuttan samandrátt av ritgerðini á enskum her