Veðurlagsbroytingar um okkara leiðir

SCOTT POLAR RESEARCH INSTITUTE, Cambridge University, Bretland, WOODS HOLE OCEANOGRAPHIC INSTITUTE, Massachusetts, USA og BOGI HANSEN, Tórshavn taka lut á almennum temakvøldi í Norðurlandahúsinum 27. apríl

Vit føroyingar kenna nú sviðan av veðurlagsbroytingum, íkomnar av globala co2 útlátinum, orsakað av fossilum brennievnum, sum olju og koli.

Julian A. Dowdeswell er professari og stjóri á granskingarstovninum Scott Polar, verður ein av luttakarunum á temakvøldinum

Jólaódnirnar og ringa veðrið higartil í 2017 hava kostað tryggingarfeløgum slakar 100 mió. kr., og er hetta tíanverri bert byrjanin til ógvusligar broytingar í okkara veðurlagi, sum fara at hava risa árvirkan á okkara samfelag, bæði fyri einstaklingar og vinnulív. Altjóða veðurfrøðingar ógvast yvir megina í jólaódnini og vænta, at vit fara at fáa fleiri slíkar, og kanska við enn størri megi.

Hesar broytingar stava í stóran mun frá at ísurin í Arktis bráðnar sera skjótt, og hitin á Norðurpólinum er í løtuni 20 stig hægri enn vanligt. Eisini hitnar sjógvurin við Føroyar – hitin á botni í november 2016 var um 10 stig, sum er nógv hægri enn vanligt.

Vaksandi nøgdirnar av pelagiskum fiski hjá okkum eru – tó eitt positivt – úrslit av veðurlagsbroytingum.

Fyri at kunna um hesar stóru veðurlagsbroytingar hjá okkum sum nú fara fram, verður saman við Norðurlandahúsinum skipað fyri einum ókeypis almennum temakvøldi hóskvøldið 27. apríl har umboð fyri Scott Polar Institute og Woods Hole, sum eru millum heimsins bestu á økinum samanvið okkara Boga Hansen fara at røða um hesar broytingar og hvat vit kunnu vænta okkum og sjálvandi eisini teir møgulleikar sum broytingarnar kunnu viðføra.

Tað er Johan Mortensen, sum av sínum eintingum og eftir at hava lisið bókina Farewell to Ice eftir Peter Wadhams, hevur tikið stig til tiltakið. Hann upplýsir, at Hiddenfjord og Eik Banki hava stuðlað tiltakinum fíggjarliga.

Johan Mortensen sigur við Fjúrtanda, at hansara vón er, at áhugin fyri veðurlagsspurninginum her hjá okkum fer at festa seg og vaksa, og at tað fer at eggja ungum føroyingum at fara undir at útbúgva seg innan veðurfrøðina. Um tiltakið verður væl eydnað og vitjað, so er ikki óhugsandi, at tað kann verða tikið uppaftur, kanska sum ein árlig ráðstevna um hetta evni.

Hetta tiltak er sera viðkomandi og vænta vit stóra undirtøku, sigur Johan Mortensen. Hetta eru partar av Føroya framtíð, sum fara at verða viðgjørdir av leiðandi serfrøðingum, broytingar, sum vit øll verða noydd at taka eina støðu til og gera okkara fyri at bøta um.