Verða liðug at reisa Marghøllina í dag

Tey, sum arbeiða við Marghøllini í Vági, eru um at vera liðug við reisingina av høllini. 

Tíðliga í gjár varð farið undir at reisa Marghøllina inni á Oyrunum í Vági.

Á heimasíðuni hjá høllini verður sagt, at tveir stórir kranar vóru komnir til Vágs at reisa stóru høllina. Í gjár varð arbeitt allan dagin og allarhelst verður seinasti parturin liðugur í dag.

Tá ið høllin er reist, verður gjørt klárt at leggja membranin á og festa hann. Síðan verða hurðar settar í og er arbeiðið at seta høllina upp liðugt.