Ólavsøkudag bar Aksel V. Johannesen, løgmaður, fram árligu løgmansfrágreiðingina. Í dag og í morgin verður hon viðgjørd í løgtinginum.
Í frágreiðingini vísti løgmaður á, at ongantíð áður eru grundleggjandi broytingar gjørdar í góðum tíðum í Føroyum. Sambært løgmanni eru málini ikki løtt at loysa, men tað er kortini rætt at gera tað. Stórmálini eru serliga fiskivinnunýskipan, stjórnarskipan og pensjónsnýskipan.
Ósemjur hava verið um fiskivinnunýskipanina, men uppskotið um nýskipan verður lagt fyri løgtingið í august við ávísum broytinginum. Tað byggir á upprunaliga uppskotið, sum løgtingið viðgjørdi í undanfarnu tingsetu, umframt at onkrar broytingar frá vinnunevndini verða tiknar við.
Stjórnarskipanin, sum skal til fólkaatkvøðu á flaggdegnum næsta ár, 25. apríl, varð alment kunngjørd ólavsøkudag. Til ber at lesa uppskotið her.
Ein annað stórmál, ið liggur fyri framman, er pensjónsnýskipan. Løgmaður boðaði frá, at hon verður løgd fyri løgtingið í heyst. Í skipanini skulu fólk sjálv spara saman, samstundis sum hon verður gjørd meira samhaldsføst.
Tingviðgerðin byrjar kl. 10 í dag. Fjúrtandi fylgir orðaskiftinum.