Vigongur at hava skorið kroppin sundur

Peter Madsen viðgongur at hava limað kroppin á svenska journalistinum, Kim Wall, sundur. Men hann noktar framvegis at hava dripið kvinnuna. 

Danski vísindamaðurin Peter Madsen, sum er undir ákæru fyri at hava dripið og limað Kim Wall, ein svenskan journalist, sundur, noktar at hava dripið kvinnuna. Hann viðgongur tó, at hann skar kroppin sundur, tá ið kvinnan var deyð.

Tann 10. august silgdu Peter Madsen og Kim Wall saman út í heimagjørda kavbátinum hjá Peter Madsen. Kim Wall arbeiddi við eini grein um Peter Madsen, sum er ein kendur danskur uppfinnari. Kim Wall varð dripin og limað sundur á túrinum. Peter Madsen er ákærdur fyri drápið, men hevur allatíð noktað seg sekan.

Peter Madsen hevur fleiri ferðir broytt søgu sína, og hann sigur nú, at tíðindakvinnan doyði av eini kolsúrniseitran. Hann viðgongur at hava limað kroppin sundur og síðan kastað hann fyri borð.

Løgreglan sigur við DR, at kanningararbeiðið skjótt verður liðugt.