Vil vita, hvat løgmaður heldur um summartíð

Katrin Kallsberg hevur sett løgmann fyrispurning um summartíð, og um ætlanir eru um at endurskoða skipanina, soleiðis at klokkan ikki verður flutt ein tíma fram um summarið. Hon vil vita, hvørjir fyrimunirnir eru við at flyta klokkuna til summartíð. 

Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett løgmanni fyrispurning um summartíð. Hon vil vita, hvørjir fyrimunirnir eru við at flyta klokkuna til vetrar- og summartíð.

Í løgtingslógini um summartíð hevur landstýrið heimild at áseta í kunngerð, at samdøgrið byrjar ein tíma fyrr í mun til vanliga tíðarrokning. Katrin Kallsberg vísir á, at tá ið summartíð upprunaliga varð innførd í Evropa, var tað við orkusparing fyri eyga. Hugsanin var, at tú kundi spara orku, um tú brúkti dagsljósið betur. Men løgtingskvinnan vísir samstundis á, at tað er ivasamt, hvussu lond, ið liggja so norðalaga sum Føroyar, spara nakra orku av at flyta klokkuna. Hon spyr tí eisini løgmann, hvussu nógva orku Føroyar spara við at flyta klokkuna.

– Ikki øll londini, vit vanliga samanbera okkum við, hava summartíð. Ísland hevur til dømis ikki hesa skipan, sigur Katrin Kallsberg millum annað í viðmerkingunum.

Katrin Kallsberg vil eisini hava útgreinað, hvørjir fyrimunir og vansar summartíðin annars hevur.