Vilja at kurdar fáa viðurkenning

Unga Tjóðveldið heitir á føroyskir myndugleikar um at viðurkenna fólkaatkvøðuna í Suður-Kurdistan, eftir at stórur meiriluti atkvøddi fyri sjálvtøðugum ríki. Irak góðtekur ikki úrslitið. 

Mánadagin atkvøddu kurdar í Irak um Suður-Kurdistan framhaldandi skuldi vera partur av Irak, ella um kurdar skuldu stovna eitt sjálvstøðugt ríki. Av teimum 78 prosentunum, ið luttóku á fólkaatkvøðuni, valdu 90 prosent, at kurdar skuldu stovna egið ríki.

Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum, skrivaði í gjár lesarabræv vegna felagið. Har heitti hon á almennu Føroyar um at viðurkenna fólkaatkvøðuna.

Unga Tjóðveldið heitir á almennu Føroyar um at viðurkenna fólkaatkvøðuna hjá kurdum.

– Gleðin er stór í dag í Suður-Kurdistan, har stórur meiriluti atkvøddi fyri, at Suður-Kurdistan gerst sjálvstøðugt ríki. Vallutøkan var um 78%, og yvir 90% av fólkunum atkvøddu fyri uppskotinum. Føroyar eiga at viðurkenna fólkaatkvøðuna og ynskið hjá kurdum um at taka fullveldi, sigur hon millum annað í lesarabrævinum.

Elsa Berg vísir eisini á, at kurdar eru størsti fólkabólkurin í heiminum, ið ikki hevur egnan stat. Einans ein partur av kurdum býr í Irak, tí kurdar eru eisini í Turkalandi, Sýria og Iran.

Les alt lesarabrævið her 

Góðtekur ikki atkvøðuna
Irakiski forsetisráðharrin,Haider al-Abadi, góðtekur ikki fólkaatkvøðuna. Hann hevur heitt á útlensk lond um at steðga allari flúgving til kurdiska økið. Hann sigur eisini, at um kurdiska lokalstýrið ikki letur Irak fáa umsjón við flogvøllunum, fer Irak at heita á grannalondini um at steingja landamørkini – og tað fer at vera lætt at steingja landamørkini. Bæði Iran og Turkaland hava verið ímóti fólkaatkvøðuni. Recep Tayyip Erdogan, forsetin í Turkalandi hevur hótt við tiltøkum ímóti kurdiska økinum og sagt, at fólk í økinum fóru at ganga svong, um tey hildu fólkaatkvøðuna.

Leiðarin fyri kurdiska lokalstýrinum, Masoud Barzani hevur hinvegin heitt á irakiska forsetan um at virða viljan hjá milliónum av fólki og taka álvarsamar samráðingar upp við kurdar.