Vilja gera pensjónina lagaligari

Kristina Háfoss sigur við Fjúrtanda, at eitt av høðvusendamálinum við pensjónsnýskipanini hevur verið at gera skipanina lagaligari. Tey, ið hava heilsu og hug, skulu kunna arbeiða, so leingi tey vilja, ímeðan tey, ið hava havt hørð kroppslig arbeiði, skulu kunna fara frá áðrenn tíð. 

Pensjónsnýskipanin hevur verið leingi ávegis, og loksins varð hon løgd fram fyri einari viku síðan. Í skipanini eru nógvar broytingar ímun til núverandi skipan, men tann broytingin, ið allarhelst er blivin mest viðgjørd, er, at pensjónsaldurin spakuliga hækkar upp til 68 ár yvir 10 ár.

Tá ið Fjúrtandi tosaði við Kristinu Háfoss týsdagin, legði hon dent á, at pensjónsnýskipanin ikki bara hækkar, men at tað samtundis verður møguleiki fyri at framskunda pensjónina sum 65 ára gamal, tá ið pensjónsaldurin er blivin 68 ár. Hon greiddi frá, at í nýggju skipanini er lagt upp fyri, at samstundis sum pensjónsaldurin hækkar við hálvum ári tvær ferðir yvir tíggju ár, skulu tey, ið ikki kunnu arbeiða so leingi vegna sálarligt ella kroppslig árin, hava møguleika fyri at fáa pensjón trý ár áðrenn pensjónsaldur.

Samstundis sum fólk, ið hava havt hart kroppsligt arbeiði alt lívið, skulu kunnu fara frá fyri tíð, skal tað eisini loysa seg at arbeiða longur, um ein hevur hug og heilsu til tað. Skipanin verður gjørd soleiðis, at um ein velur at útseta sína pensjón, hækkar útgaldið, sum tú fært, tá ið tú fert á pensjón. Í stuttari viðmerking sigur Kristina Háfoss, at eitt av høvðusendamálinum við nýskipanini hevur verið at gera pensjónina lagaligari, soleiðis at tey, sum megna tað, kunnu arbeiða longur, ímeðan tey, ið ikki hava møguleika fyri tí, skulu hava møguleika at fara frá áðrenn tíð.