Vilja halda vallyftið

“Vit fóru til val við tí fyri eyga at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, har vit býta virðini javnari í samfelagnum, burðardygga veiðu, betri atgongd til nýggjar aktørar og at virðisøkja”, segði Ingolf S. Olsen á fundi í gjárkvøldið um fiskivinnuna. 

Tráin P. Nónklett, 

Í gjárkvøldið skipaði Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um arbeiðið at gera nýggja fiskivinnunýskipan. Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen luttóku á fundinum. Fitt av fólki var møtt í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, har fundurin varð hildin. 

– Hetta uppskotið er broytt nakað í mun til, hvat vit fóru til val uppá, men eg kann avgjørt seta flugubein í teir týdningarmiklu kassarnar um at tryggja burðardygga veiðu, betri atgongd til nýggjar aktørar og at virðirøkja munandi, segði Ingolf vinnunevndarlimur fyri Tjóðveldi á fundinum. 

Ingolf S. Olsen helt, at hóast flokkurin hevði givið seg nógv, vóru aðalendamálini enn rokkin við núverandi uppskoti.

Bjørt, sum er forkvinna í vinnunevndini, vísti á, at tað eru stórar avbjóðingar í fiskivinnuni.

– Vit hava svølgt stórar kamelar við stórum kúlum og longum hárum, segði Bjørt og sipaði til, at flokkurin hevur víst samráðingarvilja og hevur givið seg fyri at náa eini semju. 

Flokkurin hevur eisini arbeitt hart fyri at fáa eina breiðari semju við andstøðuflokkar. Tvær ferðir hevur semja verið í samgonguni, og 17 tingfólk skrivaðu undir seinastu semjuna.

Bjørt vísti á, at samgongan er í minniluta í vinnunevndini. Hetta hevur eisini seinkað arbeiðinum í at gera eina nýskipan, tí at vinnunevndin fær ikki álitið úr nevndini uttan loyvi frá andstøðuni. Havast skal í huga, at serliga Fólkaflokkurin og Sjálvstýri hava víst lítlan og ongan hug at koma nærri eini semju, tí teir allarhelst als ikki vilja broyta nakað við verandi skipan. 

Tað var sjálvandi avmarkað, hvussu nógv vinnunevndarumboðini kundu siga, tí samráðingar eru enn í illum partarnar. Men Bjørt segði, at tað var útilokað at leingja loyvini í eitt ár, eins og Miðflokkurin hevur kravt. Tað kom eisini fram á fundinum, at Tjóðveldi ikki fór at ganga við til at broyta avgerðir á etiska økinum fyri at gera eina nýggja samgongu.

Allir samgonguflokkarnir fóru til val uppá at fiskivinnuna av nýggjum. Bæði Bjørt og Ingolf vístu á fundinum á, at vit mugu fáa eina fiskivinnunýskipan áðrenn 1. januar 2018, tá ið loyvini ganga út. Tey vístu á, at hóast politiska støðan er spent, eru líkindi enn til at semja verður funnin. Eins og Annita á Fríðriksmørk segði við Fjúrtanda í síðstu viku, er trúgv enn uppá, at vilji er til at fáa eina fiskivinnunýskipan. 

Fitt av fólki var møtt á fundi í Havnar Arbeiðskvinnufelag, har fundur var um fiskivinnunýskipanina.