Amerikanarar eru góðir við umhvørvi og vilja tí væl, men eru samstundis ørkymlaðir, tá talan er um verðurlagið og veðurlagsbroytingar.
Í øllum amerikanskum statum er breið undirtøka fyri at gera politisk átøk til frama fyri veðurlagið á jørðini. Men amerikanar síggja alheims upphitingina sum ein fjaran framtíðartrupulleika, skrivar The Guardian.
Greinin í The Guardian tekur støði í einari sera umfatandi yvirlitskanning, kallað The Yale Program on Climate Change Communication, ið m.a. varpar ljós á spurningin, hvussu amerikanar fata trupulleikan við alheims upphitingini og nógv umrøddu veðurlagsbroytingunum.
Kanningin vísir greitt, at amerikanarar taka undir við, at politisk stig verða tikin til tess at fáa bøtt sum mest um skaðan, ið stendst av tí ovurhondsstóra útlátinum sum er, tá ið eitt nú olja og kol verða brend og umgjørd til orku.
Spurt verður m.a. um, hvørt luttakararnir í kanningini halda, at veðurlagsbroytingar fara fram, hvør orsøkin til veðurlagsbroytingarnar man vera, hvat vísindafólk halda, og um tey spurdu hava álit á teimum vísindafólkum, sum úttala seg og hava greiðar meiningar um veðurlagsbroytingar og alheims upphitingina.
70% av amerikanarum ásanna, at alheims upphitingin fer fram, meðan einans 12% halda, at hon ikki fer fram. Meirilutin í øllum statum, svaraðu spurninginum játtandi, fevnandi um 60% í West Virginia til 77% í New York og 84% í Washington DC.

Amerikanarar eru góðir við umhvørvi og vilja tí væl, men eru samstundis ørkymlaðir, tá talan er um verðurlagið og veðurlagsbroytingar. Teimum dámar reina orku og taka undir við politiskari stýring á umhvørvisøkinum.
Harímóti halda amerikanarar, at vísindafólkini í nógv størri mun enn rætt er, eru ósamd um spurningin viðvíkjandi alheims upphitingini og veðurlagsbroytingunum. Einans 49% svara rætt, at vísindafólkini eru samd um, at ein alheims upphiting fer fram, meðan heili 28% halda, at vísindafólkini eru ósamd um spurningin. Veruleikin er, at sjálvt millum tey mest atfinningarsomu vísindafólkini – sonevndu weathercasters – er 95% semja um, at veðurlagsbroytingar fara fram.
Tó hevur ein greiður meiriluti av amerikanarum álit á tí, sum vísindafólkini vísa á, 71% í mun til 26%. Hetta er galdandi fyri allar statir, øll landspartafylki og hvørt einstakt valdømi.
Greinin í The Guardian kann lesast í fullum líki her!