Vinarbýarferð til Vestmannaoyggjar

Í næstum fara 60 fólk úr Leirvík og Gøtu á vinarbýarferð til Vestmannaoyggjar. Í ár eru fimm ár síðan vinarbýarferð var ímillum Eysturkommunu og Vestmannaoyggjar seinast. 

Eysturkommuna og Vestmannaoyggjar hava sum vinarbýir skipað fyri ferðum ímillum støðini fyrr. Í 2012 ferðaðust fólk úr Vestmannaoyggjum til Leirvíkar og Gøtu, ímeðan fólk úr bygdunum báðum eisini ferðaðust til Vestmannaoyggjar. Í ár hava fólk úr Vestmannaoyggjum eisini verið og vitjað í kommununi, tá ið ein hópur av oyggjarbúgvunum vitjaði í mai.

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu skriva tey, at gisting og hugni hjá lokalum fólki verður á skránni, útferðir á landi og sjógvi, tónleikur, kirkjugongd og møti, savnsvitjanir og mangt annað. Fótbóltsdystur verður eisini at síggja, tá ið ÍBV tekur ímóti liði av Akureyri. Ein gøtumaður spælir á ÍBV, sum er felagið hjá Vestmannaoyggjum.

Býráðsumboð úr kommununi eru eisini við á ferðini, og tey skulu fundast um felags avbjóðingar og áhugamál. Kommunan kallar ferðina eina hátíðarferð til frændafólkið í ein útnyrðing.