Vinnan veit best

Í Føroyum verður stundum sagt, at vinnan veit best. Hetta kann hava slagsíðu, tí núverandi vinnuaktørar hugsa fyrst og fremst um sínu egnu áhugamál, og tað kann ganga beint ímóti tí, sum er best fyri samfelagið. Tað eru fleiri dømi um hetta, bæði í Føroyum og útlondum.

Mangan er best at líta aftur í søguni fyri at skilja vandan.  

Tann vandamikla klippfiskavinnan

Í grein í Frøði varð víst á, hvussu handilsforvaltarin í Kongaliga Einahandlinum, Jákup Nolsøe, royndi at forða fyri, at føroyska klippfiskavinnan tók dik á seg[i]. Ætlanin hjá Jákupi Nolsøe var at fáa fiskavirkarin Holgar Jacobæus, sum stóð á odda fyri klippfiskaroyndunum, sagdan úr starvi. Um tað eydnaðist, so fór klippfiskavirkingin at steðga.

Handilsforvaltarin setti tískil tveir njósnarar í starv við vón um, at teir kundu finna eitthvørt um Holgar Jacobæus, og á vári 1850 var handilsforvaltarin klárur við einari klagu um fiskavirkaran. Hendan klaga skuldi nýtast sum jarnbrot til eina uppsøgn. Tíbetur forðaði Dahlerup amtmaður fyri uppsøgnini, og klippfiskavirkingin kundu halda áfram, og við árunum menna seg til landsins týdningarmestu vinnu.

Ringt er at skilja, at nakar vildi forða fyri, at ein so týdningarmikil vinna fekk loyvið til at menna seg. Hetta tykist groteskt. Hvussu kann nakar finna uppá slíkt?

Orsøkin er tó einføld. Vinnuaktørurin, handilsforvaltarin, hugsaði um seg sjálvan og ageraði út frá sínum egna besta. Handilsforvaltarin hevði nevniliga stóran persónligan vinning av søluni av turrum fiski, og tann sølan fór at minka, um klippfiskavirkingin øktist.

Brendu húsini hjá Kay

John Kay var føddur í 1704 í Lancashire í Onglandi. Aftan á fleiri smærri uppfinningar kom tað stóra gjøgnumbrotið í 1733, tá ið John Kay uppfann og patenteraði “flúgvandi skjúttilin”[ii].

“Flúgvandi skjúttilin” kollvelti tekstilídnaðin, tí áðrenn mátti ein skjúttil flytast við hond, tá ið ein vavdi. Hetta kravdi mangan tveir mans, tí tekstilini vóru breið. Tann flúgvandi skjúttilin, sum var monteraður á hjólum, var ístaðin skotin ígjøgnum. Harvið var nokk við einum manni, sum haraftrat eisini vavdi skjótari og størri tekstilir.

Kay gjørdi skjótt av og í juli 1733 byrjaði hann at hópframleiða skjútlarnar í Colchester í Essex. Mótstøðan var tó hørð ímóti uppfinningini. Húsini hjá John Kay vórðu brend niður, og longu í septembur 1733 varð skriv sent til kong um at banna tí flúgvandi skjútlinum.

Hvussu ber tað til, at nakar fann uppá at berjast ímóti hesum tøkniliga risastigi, sum var við til at leggja lunnar undir modernaða ídnaðin, og harvið ríka Vesturheimin? Ímóti framburðinum, sum hevur gjørt okkum øll rík?

Jú, tað vóru sjálvandi vevarnir í Colchester, sum høvdu sent kongi skriv. Verandi aktørarnir í vinnuni stúrdi fyri livibreyðnum og floytaðu á produktivitetsøkingar og búskaparvøkstur. Vevarnir ageraðu út frá teirra egna besta og royndu at knúska framstigið.

Shell og lygnin

Tað eru sjálvsagt ikki bara tøknilig framstig sum elva til mótstøðu frá vinnuaktørum. Vísindalig úrslit og lógarbroytingar elva eisini til harða mótstøðu. 

Oljurisin Shell hevði í 1988 eina innanhýsis frágreiðing[iii] sum vísti, at tað vóru fyrst og fremst fossil brennievnið, ið elvdu til øktu nøgdirnar av CO2. Innanhýsis frágreiðingin vísti haraftrat, at Shell sjálvt stóð fyri 4% av útlátinum í 1984.  Granskararnir hjá Shell spáddu, at um tað var hildið áfram við fossilum brennievnum, so fór tað at elva til broytingar í veðurlagnum, sum fóru at hava stórar sosialar, búskaparligar og politiskar konsekvensir. Í frágreiðingini varð tískil skrivað, at tað var umráðandi at fara til verka skjótast gjørligt at minka um útlátið, og orkuídnaðurin átti at taka lut í hesum.

Hendan innanhýsis frágreiðingin var ikki fagnað av Shell-leiðsluni. Um stigini vóru tikin, sum frágreiðingin mælti til, fór tað jú at elva til eina stóra minking í virkseminum hjá Shell. Nógvir pengar fóru at verða mistir.

Leiðslan valdi tískil, sjálvt um hon kendi til umhvørvishóttanina, at halda áfram við fossila virkseminum. Harumframt fór Shell í hernað ímóti lógarbroytingum, sum høvdu til endamáls at minka um útlátið. Shell var í ‘Global Climate Coalition’ sum royndi at forða fyri veðurlagslóggávum,  og Shell stuðlaði eisini ‘American Petroleum Institute’ sum sáddi iva um menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar.   

Læran frá hesum

Læran frá slíkum søgum er, at vinnuaktørar kunnu gott finna uppá at seta seg upp ímóti búskaparmenning og vælferðarbetran – óansæð avleiðingarnar, ið eru fyri samfelagið.

Samfelagsmenning er nevniliga ikki einans ein gongd við betri tøkni og nýggjum lógarkørmum, men eisini ein transformativ og destabiliserandi prosess fyri tey, sum standa til at tapa uppá hesar broytingar[1].

Búskapurin sleppur tískil einans at menna seg áhaldandi, um tað ikki eydnast teimum, sum standa til at tapa, at forða fyri broytingum.  

Tá ið vinnan hevur tað gott…

Støðan í týdningarmestu vinnu í Føroyum er tó tíverri, at potentiellu taparnir sleppa at leggja seg í buktina, og harvið forða fyri búskaparmenningini. Ofta undir slagorðinum: Vinnan veit best.   

Vit hava t.d. ein sera ineffektivan heimaflota, tí broytingar sleppa ikki at fremjast. Myndugleikarnir tora ikki at skera í fiskidøgum vegna mótstøðu frá vinnuaktørum, og tað verður heldur ikki lagt um frá fiskadøgum til kvotur, sjálvt um tað er ein nógv lættari skipan at stýra. Botnfiskastovnarnir undir Føroyum eru tískil í sori. Haraftrat verður heldur ikki loyvt línuskipum at landa veiðuna uttanlands, sjálvt um tað kundi bøtt partvís um vána støðuna. Her er tað mótstøða frá flakavinnuni á landi, sum sleppur at ráða.

Úrslitið í dag er ein vána rakstur hjá heimaflotanum, sum meir ella minni verður hildin uppi av minstuløn og makrelstudningi.  

Ábyrgdin liggur sjálvandi hjá politiska myndugleikanum, sum loyvir einari fløkju av egináhugamálum í fiskivinnuni at forða fyri skynsomum broytingum.

Tíbetur var tað ikki loyvt handilsforvaltarinum, Jákupi Nolsøe, at ráða í 1850…


[1] Acemoglu and Robinson (2012), s. 86


[i] Erling Isholm. 2021. ‘Njósnarar skuldu steðga fiskivinnuni’. Frøði 1/2021   

[ii] Acemoglu, D. and J. A. Robinson. 2012. ’Why Nations Fail: The Origins of Power, Prosperity, and Poverty’. Crown Business

[iii] Shell. 1988. ’The Greenhouse Effect’. Shell Confidential Report