Vinstri Grøni flokkurin størst undirtøku

Sambært veljarakanning  hevði Vinstri Grøni flokkurin í Íslandi vunnið valið, um valið var nú. 

28. oktobur verður val í Íslandi. Stjórnin slitnaði um hálvan september, tí flokkurin Bjørt Framtíð ikki helt, at tey kundu hava álit á forsætisráðharranum, Bjarna Benediktssyni. Pápi Bjarna hevði verið blandaður upp í eitt mál um ein mann, ið var dømdur fyri barnamisnýtslu, við at skriva undir eitt viðmæli um, at maðurin kundi fríkennast. Bjarni Benediktson hevði ikki boðað samstarvspartum sínum frá málinum, og tað vóru tey í Bjartari Framtíð so illa nøgd við, at tey slitu samgonguna.

Veljarakanning varð kunngjørd í gjár, og har kom fram, at um val hevði verið tá, hevði Vinstri Grøni flokkurin vunnið valið. Hann hevði fingið nærum 22 prosent av atkvøðunum og hevði verið eitt lítið sindur størri  enn Sjálfstæðisflokkurin, ið hevði fingið 21 prosent av atkvøðunum.

Næstur teimum báðum flokkunum er Samfylkingin, sum er sosialdemokratiski flokkurin í Íslandi. Samfylkingin var stóri taparin á íslendska valinum í fjør, tá ið flokkurin næstan misti umboðanina á tingi.

Nýggi flokkurin, Miðflokkurin, sum fyrrverandi forsætisráðharrin í Íslandi, Sigmundur Dávið Gunlaugsson hevur stovnað, hevði fingið 10 prosent av atkvøðunum, um val var í gjár. Tað er meira enn fyrrverandi flokkurin hjá Sigmundi Dávið, Framsóknarflokkurin, sum einans hevði fingið góð 6 prosent av atkvøðunum.

Pirataflokkurin fekk 10 prosent í veljarakanningini, ímeðan Flokkur Fólksins, ein nýggjur høgravendur flokkur, líkur Dansk Folkeparti í Danmark, hevði fingið 7,5 prosent av atkvøðunum.

Báðir flokkarnir, sum hava sitið í stjórn saman við Sjálfstæðisflokkinum, Bjørt Framtíð og Viðreisn, høvdu ikki verið valdir á ting. Fyri at ein flokkur skal veljast í Íslandi, skal hann fáa 5 prosent av atkvøðunum, og tað høvdu hesir báðir flokkar ikki fingið.