Samgongan hevur framt mál á sjálvbjargnisleið, og vit arbeiða miðvíst fyri at gera okkum meira sjálvbjargin, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hettar er triði og síðsti parturin av samrøðu við Kristinu Háfoss.
Tráin P. Nónklett og Regin Winther Poulsen hava sett greinina saman,
– Sjálvandi høvdu vit viljað havt fleiri sjálvbjargnismál, men tað verður ikki fyrr enn vit hava meira enn helvtina av løgtingslimunum, byrjar Kristina Háfoss við einum smíli, tá ið vit spyrja um Tjóðveldi hevur fingið nóg nógv av fullveldismálum á dagsskrá í hesari samgonguni.
Samgongan hevur sett sær fyri at fáa eitt meira samhaldsfast samfelag og at tryggja búskaparligt haldføri. Men ávís sjálvstýrismál eru eisini í samgonguskjalinum. Stjórnarskipan skal fyri fólkaatkvøðu næsta ár, men reint búskaparliga eru eisini nakrar yvirtøkur í samgonguskjalinum, samtundis sum búskapargrunnurin skal vaksa. Ein av grundunum til, at búskapargrunnurin skal vaksa, er júst fyri at gera Føroyar minni tongdar at blokkinum, greiðir Kristina Háfoss frá.
Fleiri stórar heimtøkur
Hon vísir tó á, at samgongan hevur framt og framhaldandi arbeiðir við fleiri munagóðum málum til tess at gerast sjálvbjargin.
– Vit hava fingið nógvar heimtøkur við í samgonguskjalið, sum vit miðvíst arbeiða fyri at fremja. Persóns-, familju- og arvarættaliga økið, sum er eitt av teimum stóru økjunum, vit enn ikki hava tikið ábyrgd av, er samtykt í løgtinginum og verður í praksis heimtikið á ólavssøku næsta ár. Vit arbeiða miðvíst við at yvirtaka loftrúmið og útlendingaøkið. Í komandi ári skuldu vit verið komin á mál.
Undanfarna samgonga valdi at hækka danska blokkstuðulin. Kristina Háfoss vísir á, at hetta var eitt stórt afturstig fyri føroyskt sjálvbjargni. Samgongan hevur nú fastfryst blokkin, soleiðis at hann stendur í stað og ikki veksur í komandi tíðum. Í veruleikanum hevur ein fastfrysting við sær, at blokkurin stig fyri stig verður minni av føroyska búskapinum, ið veksur støðugt.
– Tað lítla stigið, tað var at fastfrysta blokkin, ger at man avmarkar, hvussu stórur partur blokkurin kann gerast av føroyska búskapinum. Vit hava fastfryst blokkin aftur. Sjálv hevði eg viljað, at vit fóru undir at minka hann sum skjótast, men vit mugu sjálvandi halda okkum til samgonguskjalið, sigur Kristina Háfoss.
Búskapargrunnurin skal gera okkum meira sjálvbjargin
Eitt, sum hevur stóran týdning fyri Tjóðveldi, er búskapargrunnurin.
– Tað hevur nógv at siga, at vit fáa búskapargrunnin at virka. Vit hava sett pening í búskapargrunnin. Tað gjørdu vit, tá vit seldu LÍV til fakfeløgini. Inntøkan frá søluni er flutt í búskapargrunnin. Tað næsta stigið var at tryggja, at grunnurin so hvørt fer at fáa inntøkur, soleiðis at vit kunnu brúka grunnin til at gerast meira sjálvbjargin og óheft av blokkinum, sum tíðin líður, eisini fyri at virka konjukturjavnandi og sum eitt slag av samhaldsfesti millum ættarlið.
Fyri at styrkja búskapargrunnin, verður yvirskotið á fíggjarlógini eisini flutt sjálvvirkandi yvir í grunnin.
– Vit hava gjørt av, at 20 prosent av yvirskotinum á fíggjarlógini verður flutt yvir í búskapargrunnin sjálvvirkandi. Verður yvirskotið á fíggjarlógini meira enn 200 milljónir, verða 50 prosent av peninginum yvir tær 200 milljónirnar fluttar í grunnin.
Eitt av høvuðsmálunum hjá Tjóðveldi til valið í 2015 var at fáa fólkaatkvøðu um føroyska stjórnarskipan. Ætlanin er, at føroyingar skulu á fólkaatkvøðu flaggdagin komandi ár. Kristina Háfoss heldur, at stjórnarskipanin saman við øðrum átøkum eru týdningarmikil mál á sjálvstýrisleið.
– Vit fáa stjórnarskipan, nakrar stórar heimtøkur verða framdar, og vit fáa gjørt okkum búskaparliga meira sjálvbjargin við búskapargrunni, Landsbanka og fastfrysting av blokkinum. Hetta eru ting, sum flyta okkum rætta vegin, staðfestir Kristina Háfoss at enda.