Vit hava reypað minst – men avrikað mest!

Tað man vera fáur politikkari, ið hevur verið meira í andglettinum seinasta árið enn Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin er nøgdur við samgongustevið og trýr uppá, at samstarvið fer virka væl næsta árið. 

Tað er leygardagur, 30. desember, og tey flestu munnu vera heima og gera klárt til gamlaárskvøld. Býurin er eisini heilt tómur, tá ið eg fari oman ígjøgnum býin, ávegis út í fiskimálaráðið. Men í fiskimálaráðnum sita aðalstjórin og landsstýrismaðurin á skrivstovuni og arbeiða. Kvøldið fyri hava embætisfólk gjørt tær síðstu kunngerðirnar, sum skulu verða klárar um árskiftið.

– Eg vænti, at makrelkunngerðin veður klár beint eftir nýggjár, men hinar eru allar klárar, sigur Høgni Hoydal, tá ið eg spyrji hann, hvussu líður við arbeiðinum.

Høgni Hoydal er ímillum royndastu politikkararnar í Føroyum. Hann hevur verið formaður í Tjóðveldisflokkinum síðan 2000, eftir at hann varð valdur á ting fyrstu ferð í 1998. Fyrstu árini í politisku yrkisleiðini vóru merkt av, at fyrsta fullveldissamgongan nakrantíð sat við valdið. Tað eyðnaðist sum kunnugt ikki at stovna fullveldi Føroyar um árskiftið, og formaður Tjóðveldis situr nú sum fiskimálaráðharri. Men Høgni Hoydal leggur doyðin á, at málið enn er hitt sama.

– Alt, sum vit gera, gera vit sjálvandi við teimum sjálvstøðugu Føroyum fyri eyga, sigur Høgni Hoydal, sum leggur dent á, at hóast fullveldi ikki er orðað í samgonguskjalinum, verða Føroyar meira sjálvstøðugar við arbeiðinum hjá samgonguni.

Tað, sum vit roknaðu við
Samgongan hevur sett sær fyri at fremja fleiri stórmál í hesum samgonguskeiði. Umframt at skattalætti varð framdur í fyrstu tingsetuni, hevur samgongan arbeitt við pensjónsnýskipan, nýskipan av sjúkrahúsinum og ikki minst fiskivinnunýskipan, sum varð samtykt síðst í farna mánaða.

Tað var nógvur rumbul um fiskivinnunýskipanina, og tað var stórur munur á upprunaligu ætlaninum hjá samgonguni og endaliga úrslitinum. Men landsstýrismaðurin heldur, at aðalmálini hjá samgonguni eru framd við nýskipanini, sum er ein tann týdningarmesta nakrantíð.

– Fiskivinnunýskipanin er gjørd fyri framtíðina hjá føroysku tjóðini. Tað er tí, hon er so týdningarmikil, sigur landsstýrismaðurin.

– Føroyska tjóðin er tann tjóðin í heiminum, sum hevur ábyrgd og ræði a tí størsta livandi tilfeingi í heiminum ímun til íbúgvaratalið, sigur Høgni Hoydal.

Tað kemst ikki uttanum, at atfinningarnar hava verið øgiligar ímóti nýskipanini frá ávísum pørtum av samfelagnum. Andstøðan hevur lagt landsstýrismannin undir at arbeiða ímóti verandi aktørum í vinnuni, men Høgni Hoydal afturvísir treytaleyst, at talan hevur verið um at arbeiða ímóti nøkrum.

Høgni Hoydal hevur sum nýggjárslyfti at arbeiða meira við flokkinum, sum hann heldur seg hava forsømt orsakað av nógvu arbeiðsbyrðuni sum landsstýrismaður.

– Endamálið við nýskipanini er at vera fyri nøkrum. At vera fyri burðardyggari veiðu. At vera fyri mest møguligari virðisøking. At vera fyri at fiskiríkidømið er á føroyskum hondum og verður virkað í Føroyum, og at enda snýr tað seg um, at komandi ættarlið eisini skulu hava rímiliga javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram til at arbeiða við tilfeinginum, sigur Høgni Hoydal, sum skundar sær at leggja afturat, at skipanin, sum varð samtykt, ikki eftirlíkar øllum krøvunum.

– Man má síggja fiskivinnunýskipanina sum eina byrjan. Hon skal betrast allatíð eftir teimum høvuðsendamálum, sum vit hava sett okkum. Høvuðsendamálið er jú eisini, og eg haldi ikki, at tað er høgt sett, at vit tey næstu tíggju árini kunnu tvífalda virðið á okkara fiskiríkidømi. Tað verður serliga gjørt við, at skipanin leggur upp til, at fiskivinnan ikki bara skal snúgva seg um at økja føroysku heildakvotuna, men at vinnan verður eggjað til at fáa mest burtur úr hvørjum kilo av fiski, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal leggur annars dent á, at eitt mark er sett fyri, hvat núverandi aktørar eiga, soleiðis at vinnan ikki verður privatiserað. Tað hevur við sær, at um føroyska heildarkvotan hækkar, verður nýggja virðið bjóðað út, soleiðis at øll hava atgongd at bjóða seg fram. Verandi aktørar skulu eisini gjalda tilfeingisgjald av yvirnatúrliga vinninginum, soleiðis at føroyska fólkið fær sín part av virðinum, greiðir Høgni Hoydal frá.

Errin av arbeiðinum hjá flokkinum
Hóast nógvur rumbul hevur verið kring fiskivinnunýskipanina, hevur tað mest verið orsakað av, at innanhýsis ósemja hevur verið í Javnaðarflokkinum. Tað hevur virkað sum, at tey í Tjóðveldi hava verið samd um høvuðstættirnar í nýskipanini, og at tingmanningin hevur staðið saman.

–  Lat meg fyrst siga, at eg eri ómetaliga fegin um tað samstarvið, vit hava havt í samgonguni, hóast tað hevur verið turbulent. Eg haldi, at samstarvið hevur gingið væl í landsstýrinum hóast ávísar avbjóðingar hava verið, sigur Høgni Hoydal.

Formaðurin í Tjóðveldi er eisini fegin um arbeiðið, sum hansara flokkur hevur gjørt.

– Men eg eri eisini veruliga fegin av øllum tí arbeiði, sum tingfólkini í flokkinum og onnur fólk, sum eru tengd at flokkinum, hava gjørt. Tað hevur verið eitt ómetaligt trýst á tjóðveldisfólk kring landið, men eg haldi, at tilgondin hevur prógvað, at tjóðveldisfólk eru hugsjónarfólk, sum veruliga standa við sítt, sigur Høgni Hoydal.

Formaðurin í flokkinum hevur verið díktur undir í arbeiði í landsstýrinum, og hann heldur sjálvur, at hann hevur forsømt flokksarbeiðið nakað, tí so nógv hevur verið at gera. Tí hevur hann sett sær eitt nýggjárslyfti.

– Eg havi so ringa samvitsku av, at eg havi havt so lítið samband við tey, sum veruliga hava nakað at siga í politikki. Eg havi í ov stóran mun mist sambandið við stuðlarnar hjá flokkunum, valevnini sum vóru, lokalfeløgini og aðalstjórnina. Eitt nýggjárslyfti er tí at fáa betri samband við øll tey aftur, sigur Høgni Hoydal, sum eisini ætlar sær á Facebook aftur í 2018.

– Eg steðgaði við at brúka Facebook, tá ið samgongan varð gjørd orsakað av øllum arbeiðinum, sum vit skuldu gera. Eg man hava fleiri túsund ósvarað boð, men hóast tað ikki verður beinavegin, fari eg aftur á sosiala miðilin í 2018, sigur Høgni Hoydal.

Trýr upp á samgonguna 
– Hetta er tann samgongan, sum hevur reypað minst, men avrikað mest, sigur Høgni Hoydal, sum viðgongur, tað ikki er myndin, sum stendur eftir í almenninginum, tí arbeiðið hevur verið so rokaligt.

– Avrikslistin er longu stórur. Vit hava gjørt nakað fyri tey lægstløntu við skattalættanum, eins og vit lovaðu. Vit hava gjørt eina sjúkrahússkipan, pensjónsnýskipanin er á gáttini og familjuískoytið er hækkað, sigur landsstýrismaðurin, sum remsar onnur mál so sum fiskivinnunýskipanina og havrannsóknarskipið upp, áðrenn hann vísir á, at stjórnarskipanin er næsta stórmálið.

Høgni Hoydal er fegin um samgongusamstarvið. Hann væntar, at samgongan fer at megna at fremja tey stórmál, sum eru eftir, hóast samgongustevið ikki hevur verið eins gott altíð.

Tað eru fleiri nýskipaninir, sum samgongan hevur sett sær fyri at røkka, og tá tað hevur verið rokaligt í samgonguni higartil, er nærliggjandi at hugsa, at samstarvið frameftir eisini verður rokaligt. Men Høgni Hoydal trýr uppá, at samgongan kemur á mál við øllum sínum arbeiði.

– Eg havi avbera góðar vónir um, at vit megna at fremja tey síðstu málini, sum samgongan hevur sett sær fyri. Eg haldi, at vit hava prógvað, at vit megna at fremja okkara mál hóast mótgang, hóast vit ikki er komin heilt á mál við øllum, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur dent á, at alt, ið er framt, hevur verið gjørt í semju millum flokkarnar.

– Høvuðsendamálini mugu verða hildin. Um tú siglir um høv, er tað ikki avgerandi, um tú liggur bakk eina løtu. Tað er hinvegin týdningarmikið, at tú ikki missir málið úr eygsjón. Tað er ikki fyrr enn tú fert at sigla øvugtan veg, at tú hevur ein trupulleika, sigur Høgni Hoydal og sipar til, at samgongan enn hevur um endan, hóast nakað hevur verðið slakað í ávísum málum.

– Fyri okkum í Tjóðveldi er tað týdningarmikið, at høvuðsendamálið um einar sjálvstøguðar Føroyar ikki fer í eygsjón, sigur Høgni Hoydal at enda.