Vit mangla fyrimyndir

Katrin Kallsberg hugleiðir.

Eg eri super optimistisk, tá tað snýr seg um framtíðar støðuna hjá okkara kvinnum og stríðið fyri javnstøðu. Tí eg síggi hvønn dag, hvussu engasjeraðar og tilvitaðar nógvar av okkara ungu kvinnum eru. Tær halda seg ikki aftur, men stilla seg uttan himpr í fremstu røð. Hugsið tykkum, ungar føroyskar kvinnur vunnu kapping í innovasjón við at uppfinna einar undirbuksur til menn, sum verja sákyknurnar ímóti stráling frá fartelefonini. Slíkt eru kvinnur.

Kvinnustríðið í dag er ikki tað sama sum í 70’unum, men tað heldur áfram umdefinerað og í breiðari høpi.

Men enn er tó sera nógv at berjast fyri, tí okkara samfelag er enn í stóran mun læst niður í teir somu gomlu normarnar, sum vórðu til, tá menn ráddu fyri øllum.

Okkara samfelag er eitt kjarnufamiljusamfelag. Nógv fleiri kvinnur enn menn arbeiða niðursetta tíð. Vit siga, at tær skulu sjálvar sleppa at velja, men tað blívur eitt sosialt krav, at tær taka takið við heimi og børnum og arbeiða niðursetta tíð, bara tí ”tað ger man”. Til dømis Barsilsfarloyvið og allur bústaðarmarknaðurin eru løgd til rættis eftir teimum normunum.

Fleiri av okkara kvinnum taka langar útbúgvingar, men tær eru kortini minni aktivar á arbeiðsmarknaðinum enn menninir, og standa fyri einum minni parti av teimum samlaðu inntøkunum enn teir.

Og vit mangla generelt fyrimyndir á fleiri økjum. Hví eru til dømis ongar kvinnur skiparar á okkara fiskiskipum?

Mín stóra fyrimynd er Súsanna Helena Patursson úr Kirkjubø. Tí hon slóðaði fyri, har ongin hevði slóðað áður. Men enn eru nógv samfelagsøki og arbeiðsmarknaðarøki, ið ikki eru fyrislóðað av kvinnum.

Tað er mín vón í dag, at komandi ættarliðini fara at hava góðar fyrimyndir á øllum økjum, og at vit alla tíðina megna at halda vunnu sigrarnar við líka.

Og so mugu vit ikki gloyma globalu kvinnustøðuna. Móðurdeyðiligheitin er tíverri enn alt ov stór í nógvum londum. Vit mugu berjast fyri betri korum og betri umstøðum hjá kvinnum allastaðni, so tað ikki longur verður vanligt at doyggja í sambandi við barnsburð nakrastaðni. Vit mugu berjast fyri teirra rætti at stýra egnari heilsu og egnum kroppi. Og vit mug berjast fyri teirra rætti til skúlagongd og arbeiði.