Annita á Fríðriksmørk hugleiðir.
Tjóðarrættindi, fólkaræði, mannarættindi, fakfelagsrættindi, sosialrættindi, tali-og skrivifrælsi, barnarættindi og so framvegis og eisini kvinnurættindi, eru alt rættindi, sum eru vunnin, tí fólk, sum varða av, hava kempað fyri teimum, og tí at tey hava verið út av lagi, áðrenn tey vóru vunnin.
Taka vit støðuna hjá kvinnum í Føroyum í dag, í mun til hjá teimum, ið undan gingu, og í mun til okkara javnaldrar úti í verðini, so er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at nógv er vunnið herheima, hvat javnstøðu viðvíkur.
Men ongi rættindi verða varðveidd, um vit ikki áhaldandi hjúkla um tey. Tí eiga vit áhaldandi at stríðast fyri at varðveita tað, sum vunnið er, at kempa fyri tí, sum restar í her heima og í triðja lagi at kempa fyri, at okkara medsystrar úti í verðini fáa økt rættindi.
Besta amboðið at vinna kvinnum rættindi úti í verðini er at tryggja, at tær verða skúlaðar og fáa eina útbúgving. Tá er besta amboðið vunnið, sum fær tær at klára seg nógv betur og klára seg sjálvar vunnið, og tá er vandin fyri at verða misnýttar og misbrúktar hálveraður.
Men skulu vit verða før(ar) fyri at hjálpa øðrum, er neyðugt at siga sum tey umborð á Atlantic siga áðrenn fráferð: “Tak tína egnu masku uppá, áðrenn tú hjálpir øðrum”.
Vit hava fingið maskuna uppá. Vit eru vit væl før fyri at gera okkara til, at onnur fáa tað betri, og eigur tað at verða ein av boðskapum okkara í dag.
Havið øll ein góðan kvinnudag.