Tann besti mátin at koma úr skommini er at tosa um tað. Men hvussu gera vit tað á bestan hátt, tá ið tað er so torført og inniligt at tosa um?
Gunnhild Persson hevur skrivað fríggjadagsklummuna hesa vikuna,
So leingi vit noyðast at hava dagar, vikur og mánaðir, sum eru settir av til at varpa ljós á sálarheilsu og sálarsjúku, er tað enn eitt stórt stigma rundanum tað. Tí so leingi sálarheilsa, og tað at hava eina sálarsjúku er eitt so serligt fyribrigdi fyri vanliga fólkið at tosa um, at neyðugt er við avmarkaðum døgum til tað, so er tað ein stórur samfelagsligur trupulleiki.
Og ja, tað er avgjørt enn neyðugt at hava hesar dagar!
Oktober mánaði er Altjóða sálarheilsumánaður, og á hvørjum ári, verða tiltøk hildin 10. oktober. Tað er gleðiligt at síggja, at ljós verður varpað á sálarheilsu hendan dagin. Felagsskapurin Sinnisbati ger eitt megnar arbeiði, og Fólkaheilsuráðið er eisini við til at varpa ljós á sálarheilsu og hevur havt átøk um sálarheilsu og sett ”ABC fyri sálarheilsu” á stovn.
Vit mugu tó ikki gevast at tosa og skriva um sálarheilsu, skipa fyri tiltøkum og hava fyrilestrar, tá ið mánaðurin nú er liðugur. Tí tabuisering hendir, tá ið vit gevast at tosa.
Tað er í alt størri mun blivið meiri ókey at ikki vera ókey, men enn er langt á mál við at avstigmatiera og avtabuisera sálarsjúku. Tá ið gransking vísir á, at 1 út av 4 av okkum verða rakt av sálarsjúku onkuntíð í lívinum, er tað mest sannlíkt, at flestu av okkum ávirkast av sálarsjúku onkursvegna beinleiðis ella óbeinleiðis. Men enn tora vit ikki at tosa um tað í gerandisdegnum, og stigma er enn ein tann størsta avbjóðingin hjá fólki við eini sálarsjúku. Tað verður ikki góðtikið á sama máta at hava eina sálarliga sjúku sum fysiska sjúku. Tað, at mann meldar seg sjúkan frá arbeiði, tí mann hevur ein ringan sálarheilsudag, er ikki góðtikið á sama hátt, sum tá ið mann er fysiskt illa fyri. Hetta kemur helst av, at mann ikki sær eina sálarsjúku, og tí er tað eisini ringt at fyrihalda seg til tað. Ofta hoyrir mann, at fólk við sálarligum trupulleikum bara skulu ”taka seg saman” ella ”koma yvir tað”, nakað, sum aldrin hevði verið sagt við ein við brotnum beini ella aðrari fysiskari sjúku.
Skomm er ein stórur partur av, at eitt ella annað er tabuiserað, og skommin trívist best í einseminum. Skomm er nokk mest kompleksa og máttmiklasta kenslan vit merkja, tí tað kann vísa seg á so nógvar mátar. Skomm elvir til fjáltur og undanførslur hjá fólki, og tí er lættast at umganga skommina. Tann besti mátin at koma úr skommini, er at tosa um tað. Men hvussu gera vit tað á bestan hátt, tá ið tað er so torført og inniligt at tosa um?
Upplýsing er avgjørt umráðandi – tess meiri vitan fólk hava um sálarheilsu og sálarsjúku, tess meiri vanligt verður tað. 10. oktober helt Gitte Klein, lærari og master í positivari sálarfrøði, ein fyrilestur við heitinum “Hví skal sálarheilsa á tímatalvuna?”. Mín fyrsti tanki var beinanvegin: “Ja, sjálvandi skal tað!”. Vit hava ítrott í skúlanum og læra um heilsu og kost í lívfrøði, burdi tað so ikki verið eins natúrligt at lært um sálarheilsu?
Tað er týdningarmikið at halda fram at tosa um sálarheilsu í almenna rúminum, so leingi fólk ikki tora at spyrja ella tosa um sálarheilsu og sálarsjúku, og so leingi tað er stigma rundanum tað.
Fyri hvørja deilda søgu og fyri hvønn einkulta persón, ið viðgongur, at hann stríðist sálarliga, er tað í minsta lagi ein annar persónur, ið hoyrir tað og veit, at hann ikki er einsamallur.
Tað er ikki , fyrr enn tað er blivið eins natúrligt at siga, at mann hevur ilt í sálini, sum at siga at mann hevur ilt í beininum, at vit kunnu hava eina natúrliga áskoðan á sálarheilsu. Tá ið tað er blivið so vanligt, at ikki er neyðugt at hava eyðmerktar dagar til tess at upplýsa fólk um tað.