Annita á Fríðriksmørk heldur, at um ræðisrætturin í fiskivinnuni ikki skal takast frá føroyingum, so má útlendskur stórkapitalur úr vinnuni eins og fiskivinnunýskipanin leggur upp til.
– Lata vit standa til, verður verri og verri at vinna okkum rættindini innaftur. Tað er nóg ringt sum er, nú stórkapitalurin púra ósmæðin brúkar øll vápn at steðga okkum.
Tað sigur Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna hjá Tjóðveldi á Facebook-vanga sínum. Tað hevur verið rættiligur rumbul seinasta samdøgrið, eftir at tað kom fram, at hálendingar og íslendingar hava roynt at ávirka føroysku fiskivinnunýskipanina. Hálendski forsætismálaráðharrin hevur sjálvur havt samrøðu við løgmann, um at hálendingar fara at verða noyddir at selja seg út úr føroysku fiskivinnuni, um nýskipanin kemur ígjøgnum.
– Útlendskur stórkapitalur vil ikki, at føroysk fiskirættindi verða tillutað teimum, sum eru búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Tað vilja teir ikki, tí tað forðar fyri eini privatisering av føroyska fiskatilfeinginum, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum tó ivast í, um útlendingarnir munnu halda, at tilfeingið longu er privatiserað.
– Um ikki, hví senda hesir so forseta teirra, uttanríkisráðharra og parlamentarikarar í býin at ringja til løgmann, Føroya landsstýrið og løgtingsfólk og bøna hesi, um ikki at taka rættindi frá teimum, sum teir hava goldið nógv fyri, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Hon heldur tí ikki, at nakað annað alternativ er, enn at krevja rættindini aftur á føroyskar hendur eins og uppskotið hjá samgonguni leggur upp til.
– Teir vilja ikki ta treyt, at feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska av fólksins ogn skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Men tá ið alternativið er, at vit lata ræði av ríkidømi okkara av landinum, so er ikki so nógv í at velja hjá okkum, sum ráða í Føroyum, sigur hon.
Annita á Fríðriksmørk staðfestir at enda, at hóast útlendskur kapitalur kann vera góður fyri vinnuna, so má hann aldri taka ræði á vinnuni.
– Útlendskur stórkapitalur kann mangan vera hentur, men hann má fyri Guds skyld ikki eiga ella dominera føroyska tilfeingið, sigur Annita á Fríðriksmørk.