Vit standa aftan fyri formannin

Annita á Fríðriksmørk sigur, at alt Tjóðveldi stendur aftan fyri formannin, og at hann hevur handlað rætt í málinum, eftir hann gjørdist varðugur við, at eitt loyvi var flutt frá línuskipi til uppisjóðarskip. 

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis og fiskimálaráðharri, er veruliga komin í andglettin, eftir at eitt loyvi var flutt frá línuskipi á uppisjóðarskip, uttan at landsstýrismaðurin steðgaði flytingini. Landsstýrismaðurin hevur sjálvur kravt, at ein kanning verður gjørd í málinum, soleiðis at til ber at finna útav, hvar feilurin í málinum er hendur, tí at hann ikki var varðugur við, at loyvið var flutt 30. juni 2016. Hann hevur sagt, at tá ið hann seinni visti um, at loyvi vóru flutt, gjørdi hann beinavegin nakað við málið.

Annita á Fríðriksmørk er forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi. Hon sigur, at hóast flokkurin ella tingmanningin ikki hava havt fund um málið, so hevur hon tosað við fleiri í flokkinum, og sær vitandi flokkurin og tingmanningin savnað um formannin. Hon heldur, at framferðarhátturin hjá landsstýrismanninum við at seta eina kanning í verk, er rættur, og at landsstýrismaðurin hevur handlað rætt. Hon heldur, at tað týdningarmikla er, at hann hevur steðgað gongdini, tá ið hann fekk fráboðan um, at loyvi vóru flutt uttan heimild.

 



Related Posts