Vónir eru enn um semju

Samgongan og Sambandsflokkurin fingu ikki semju um fiskivinnunýskipan, áðrenn vanliga freistin at bera uppskot í Løgtingið var úti. Enn hevur Høgni Hoydal ikki slept vónunum um semju, men er annars til reiðar at koma við einum samgonguuppskoti í næstu viku.

Eftir realitetssamráðingar í umleið ein mánaða máttu samgongan og Sambandsflokkurin týsnáttina ásanna, at tað ikki eydnaðist teimum at finna semju um eina fiskivinnunýskipan, áðrenn vanliga freistin at leggja uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni var úti týsdagin klokkan tvey.

Partarnir vóru heldur ikki til reiðar til hvør í sínum lagi at fara í tingið við sínum egnu uppskotum, og tí mugu tey leggjast fram við 17 undirskriftum frá tingfólkum fyri at kunna víkja frá tíðarfreistini.

Strektu seg langt
Tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum vegna samgonguna hevur staðið á odda fyri samráðingunum, og hann er vónbrotin um, at onki úrslit spurdist burturúr realitetssamráðingunum við Sambandsflokkin, áðrenn freistin var úti týsdagin.

– Eg og øll samgongan hava lagt heilt nógva orku í at finna eina breiða semju, og vit hava eisini strekt okkum sera langt fyri at røkka á mál – helst hava vit strekt okkum væl longri, enn nógv í okkara baklandi brýggja seg um – men tá avtornaði, bar ikki á mál. Tað harmist eg sjálvsagt um, tí sjálvsagt hevði tað verið ynskiligt fyri øll, at breið semja var um okkara framtíðar fiskivinnu, sigur Høgni Hoydal.

Hann er nú í holtur við at leggja seinastu hond á uppskotið hjá samgonguni um eina fiskivinnunýskipan. Hetta uppskotið varð til viðgerðar á samgongufundi hósdagin og verður eftir ætlan sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum mánadagin.

Enn eru vónir
Tó at fiskimálaráðharrin og samgongan nú savna seg um sítt egna uppskot, so ger Høgni Hoydal kortini vart við, at hann ikki púra hevur slept vónunum um eina semju við Sambandsflokkin.

– Hvørgin partur hevur víst hinum durafjórðingin, so til ber at setast aftur og fáa eina semju í lag, um vilji er til tess. Eg haldi, at báðir partar hava strekt seg so mikið langt í samráðingunum, at tað eigur at bera til. Men tað er greitt, at tíðin rennur undan okkum nú, so tað er við at vera seinasta útkall, sigur Høgni Hoydal.

Hann slær fast, at tað, sum er avgerandi, og sum allatíðina hevur verið avgerandi, fyri hann í allari tilgongdini til eina fiskivinnunýskipan og eisini í samráðingunum við Sambandsflokkin, er at halda seg innanfyr teir aðalsetningar, sum samgongan hevur sett sær fyri framtíðar fiskivinnuna í Føroyum:

– At fiskivinnan verður lívfrøðiliga burðardygg.
– At ongin privatur ognarrættur verður til tilfeingið.
– At ognarskapurin í veiðiliðnum er føroyskur burturav.
– At fiskirættindi ikki verða latin fyri onki, men at tað skal vera møguligt hjá øllum føroyingum og føroyskum feløgum at bjóða seg fram í føroysku fiskivinnuni eftir marknaðargrundaðum treytum.
– At tað ikki skal bera til hjá einstaklingum ella feløgum at spekulera í rættindum, sum viðkomandi hevur keypt sær brúksrætt til.
– At grundarlagið fyri framhaldandi vinnu ikki verður skrykt undan verandi aktørum í fiskivinnuni.
– At kapping verður um at virðisøkja tilfeingið.
– At virðisøkingin í mest møguligan mun fer fram í Føroyum.

Komið er at mørkum
Og tað er eisini rundanum hesar setningar, at samráðingarnar við Sambandsflokkin hava snúð seg.

– Í so máta kundu vit so dánt liva við seinasta semjuuppskotinum, tí vit vistu jú, at vit máttu strekkja okkum rættiliga langt, um vit skuldu røkka einari semju við ein andstøðuflokk. Men tað er greitt, at í okkara egna uppskoti verða atlit í fyrst lagi tikin til okkara egna samgonguskjal, sigur Høgni Hoydal.

Hann vil ikki almannakunngera smálutir í uppskotinum, fyrr enn tað ætlandi mánadagin verður sent til hoyringar. Og so leingi møguleikin fyri semju við Sambandsflokkin enn stendur opin, vil hann heldur ikki í smálutum avdúka, hvat tær samráðingarnar hava snúð seg um.

Tó er greitt, at høvuðsknúturin at loysa í teimum samráðingunum hevur verið mørkini millum gamalt og nýtt tilfeingi, og hvussu stórur partur av tilfeinginum skal bjóðast út.