Yvirgangsatsókn í Egyptalandi

Ein yvirgangsatsókn var framd ímóti mosku í Egyptalandi í dag. 85 fólk hava latið lív. 

Ein yvirgangsatsókn varð framd ímóti mosku í Egyptalandi í dag. 85 fólk eru deyð og 80 løstað. Tað veit BBC at siga.

Atsóknin fór fram í al-Arish, tá ið fríggjadagsbønin varð hildin.

Løgreglufólk siga, at fýra menn skotu ímóti moskuni, har bumba eisini brast.

Enn er óvíst hvør framdi álopið, men forsetin í Egyptalandi, Abdul Fattah al-Sisi, skal sambært BBC møtast við herovastum í dag at kjakast um, hvat skal gerast.