Yvirtøka verður brúkaranum til frama

Sirið Stenberg er vís í, at tað verður brúkaranum til frama, at persóns-, húsfólka- og arvarættur nú eru føroysk málsøki. 

– Tað hevur nógv at siga, at vit taka ábyrgd av einum so stórum máli. Nú fáa føroyingar lóggávuheimild á einum øki, sum vit annars ikki hava havt. Tað eru økir, ið røkka inn í heimið hjá næstan hvørjum borgara.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Fríggjadagin varð uppskotið um yvirtøku av persóns-, húsfólka- og arvarætti samtykt við 3. viðgerð. Málsvigerðin gjørdist drúgv, tí andstøðan ikki møtti til triðju vigerð av málinum fyrstu ferð viðgerðin var og soleiðis forðaði fyri at atkvøðugreiðsla kundi fara fram.

Sirið Stenberg heldur, at málið fer at hava ávirkan fyri vanliga borgaran, tí at málsøkini, ið eru yvurtikin snúgva seg um persónlig mál hjá nógvum føroyingum.

– Málsøkini fevna um alt sum hevur við foreldramyndulleika at gera, alt sum hevur við hjúnarband, arvarætt og at veita fólki verja at gera og fleiri onnur økir. Nú kunnu vit gera eina lóggávu, ið er gjørd út frá teimum ynskjum og tørvi, sum okkara fólk hava, og vit eru ikki tvungin at fylgja danskari lóggávu, greiðir Sirið Stenberg frá.

Hoyringskriv frá Ríkisumboðnum ávirkaði yvirtøku

Undir málsviðgerðini kom eitt hoyringsskriv frá ríkisumboðnum, har ið víst var á ymiskar trupulleikar í sambandi við yvirtøkuni. Hoyringsskrivið kom eftir nevndarviðgerðina av uppskotinum, og tað hevði beinleiðis við sær, at øll andstøðan ikki tók undir við uppskotinum longur. Áðrenn hoyringsskrivið var tað bara Sambandi, ið ikki tók undir við uppskotinum.

– Tað kom eitt hoyringsskriv inn, aftaná at álit vóru skrivaði, og aftaná at málið var komið aftur úr nevnd. Eg kunnaði løgtingi um skrivið, sum eg skal, og segði at nakrar viðmerkingar vóru komnar, men at partarnir vóru samdir um at tað var nakað, sum man kundi loysa, tí uppskotið ikki verður sett í verk fyrr enn á Ólavsøku 2018, greiðir Sirið Stenberg frá. Hon heldur at tað í veruleikanum vóru onnur mál, ið gjørdu at andstøðan leyp frá uppskotinum, og at stuttskygdur andstøðu- og samgongupolitikkur varð settur yvir langtíðarpolitikk.

Sirið Stenberg vísir eisini á, at Ríkisumboði sjálvt hevur verið úti og sagt at hansara viðmerkingar ikki ávirka yvirtøkuna beinleiðis, men at hann bara helt at okkurt skuldi broytast í viðmerkingunum.

– Tí er tað undarligt, at flokkar ikki kundu taka undir við yvirtøkuni sjálvari longur, sigur Sirið Stenberg.

 

Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri ikki yvirtøkuflokkar longur

Tað hevur verið siðvenja fyri, at yvirtøkur kunnu femjast saman við Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýri, ið allir eru flokkar, sum siga seg ganga inn fyri føroyskum sjálvsræði. Men eftir uppskotið um yvirtøku av persóns-, húsfólka- og arvarætti er kanska ikki víst longur, at roknast kann við hesum flokkum á tjóðskaparvonginum í Føroyum.

– At undrar meg, at vit hava fingið eina so sterka sambandsandstøðu á løgtingi. Um vit hinvegin hyggja aftureftir, so snýr tað seg um flokkarnir, ið hava sitið við valdið seinastu árini. Teir framdu onga yvirtøku og teir hækkaðu enntá blokkin, greiðir Sirið Stenberg frá. Hon heldur tí, at tá áðurnevndu flokkar ikki taka undir við uppskotinum longur, er tað bert ein staðfestan av, at flokkarnir ikki meina tað veruliga, tá teir siga seg ganga inn fyri yvirtøku.

– Um man lesur stevnisskránna, so siga flokkarnir at teir ganga inn fyri, at vit skulu taka ábyrgd av okkara landi, men tað sum gongur fyri seg í veruliga lívinum, er at teir gera júst tað mótsatta, slær Sirið Stenberg at enda fast.

 



Related Posts