Fiskamarknaðurin selt rættindi at veiða makrel og botnfisk

Fiskimálaráðið boðar í tíðindaskrivi frá, at Fiskamarknaðurin seldi í gjár rættindi at veiða makrel og botnfisk í Barentshavinum.

J.F.K Trol keypti øll rættindini – 1.106 tons – til botnfisk í Barentshavinum fyri kr. 2.129.500 – svarandi til ein miðalprís á kr. 1,93 til Gadus at fiska.

Hesi feløg hava keypt makrelrættindi:

Felag Skip Nøgd (tons) Upphædd (tkr) Miðalprísur
Norðborg Norðborg 1.487 4.620 3,11
Næraberg Norðingur 1.910 5.981 3,13
Framherji Høgaberg 1.300 4.040 3,11
Varðin Tummas T 50 152 3,03
Vestmanna Seafood Fram 200 622 3,11
Pelagos Fram 500 1.557 3,11
Tilsamans 5.447 16.972 3,12

Tilsamans luttóku 10 keyparar á uppboðssøluni.