A ella B menniskja?

Hvussu er skilið, tá ið eitt A-menniskja og eitt B-menniskja finna saman? Laga tey seg eftir hvør øðrum? Ella er tað yvirhøvur gjørligt, tí er man ikki føddur antin eitt A ella B-menniskja? 

Eyð-Britt Tjaldrastein skrivar klummuna hesa vikuna, 

Í okkara samfelagi sømir tað seg best at vera eitt A-menniskja. Tíðliga á fótum og í song við hønunum.

Alt í okkara samfelagi er opið um dagin og stongt um náttina. Børn skulu í barnagarð ella í skúla innan eitt ávist klokkuslett, alt annað er ósømuligt.

Er man ein, sum best dámar at vera uppi um “náttina” ella seint út á kvøldið, eitt sokallað B-menniskja, so verður man kanska “klassifiseraður” sum eitt sindur dovin. Men hvat nú um heilin ikki vaknar fyrr enn aftan á nátturðatíð? Tá koma góð hugskot raplandi, og um midnáttarleitið er kreativiteturin á hægsta stigi, og einki er ógjørligt. Hava A-menniskju eisini eitt slíkt hæddarpunkt í teirra degi fyrr á degnum? Ella eru tað B-menniskjuni sum eru tey kreativu? (ups, segði eg hattar hart? – LOL)

Hvussu er skilið, tá ið eitt A-menniskja og eitt B-menniskja finna saman? Laga tey seg eftir hvør øðrum? Ella er tað yvirhøvur gjørligt, tí er man ikki føddur antin eitt A ella B-menniskja?

Tað besta hevði helst verið, um man orkaði at vera seint uppi um kvøldið og tíðliga uppi um morgunin, eitt AB-menniskja, sum hevði besta partin av báðum heimum. Kanska tað hevði blivið ov slítandi í longdini.

Hvat nú um man er eitt B, men tvungin at verða eitt A-menniskja. Altso at vera eitt frívilligt-tvang-A-menniskja fyri at passa inn í “samfundets regler og normer”. Endar tað so við, at man sum gamal á ellisheiminum fer at gera uppreistur ímóti at fara í song um kvøldarnar við teirri grund, at man alt sítt lív hevur gjørt “efter samfundets regler”, og nú er nokk bestemmað av øðrum?

Nei, eg spyrji bara…. Eg veit bara, at tá ið eg fari upp, tá vil eg liggja. Og tá ið eg liggi vil eg ikki upp..