Atkvøða málið úr nevnd?

Andstøðan eigur meirilutan í vinnunevndini, tí kann gerast neyðugt hjá samgonguni at atkvøða álitið um fiskivinnuskipan úr vinnunevndini. 

Vinnunevndin er mannað av Bjarna Hammer, Jógvani Skorheim, Bjørt Samuelsen, Magna Arge, Jørgeni Niclasen, Jákupi Mikkelsen og Bjørn Kalsø. Tað vil siga, at fýra av sjey limum eru úr andstøðuni, ímeðan einans tríggir samgongulimir eru í nevndini. Grundin til, at samgongan ikki hevur meirluta, er sjálvsagt, at tað einans eru 17 limir í samgonguni, men samgongan gjørdi valbólk saman við Sjálvstýri, tá ið nevndirnar skuldu veljast. Tað tryggjaði Sjálvstýrinum fleiri nevndarsessir.

Nú skulu álitini hjá vinnunevndini fyri løgtingið í dag. Samgongan er liðug við sítt álit, ímeðan andstøðan enn arbeiðir við sínum áliti. Sum skilst arbeiða Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin við at gera felagsálit. Samgongan hevur boðað frá, at álitini skulu leggjast fram í dag, men um meirilutin í vinnunevndini, sum er andstøðan, ikki vil leggja álitini fram, kann gerast neyðugt hjá samgonguni at atkvøða álitini úr nevnd.

Enn ber sjálvsagt ikki til at siga, um tað verður neyðugt hjá samgonguni at atkvøða málið úr nevnd, men sum skilst skulu álitini fyri løgtingið í dag, og samgongan er til reiðar at atkvøða málið úr nevnd, tí samgongan metir, at andstøðan hevur fingið nóg mikið av tíð.