Bretskur fiskimálaráðharri vitjað Føroyar

Fyri fyrstu ferð í søguni hevur ein bretskur fiskimálaráðharri vitjað Føroyar. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, hava fundast við ráðharran.

Michael Gove, bretski fiskivinnu- og matvøruráðharrin, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hittust í gjár.

  • Slíkar vitjanir sum hendan, har fiskimálaráðharrar úr øðrum londum vitja Føroyar eru sera avgerandi fyri føroysk áhugamál og kunnu eisini vera við til at loysa onnur mál av týdningi fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal í tíðindaskrivi.

Fiskimálaráðharrarnir báðir vóru á einum máli um, at tá ið Bretland verður eitt sjálvstøðugt strandarland fer tað at skapa nýggjar møguleikar fyri framtíðar samstarvi millum londini bæði. Í framtíðar strandarlandasemjum verður Bretland nýggjur partur. Eisini fara Føroyar og Bretland undir at gera nýggja semju um fiskirættindini hvør hjá øðrum, nú fiskirættindasáttmálin millum Føroyar og ES ikki longur fer at fevna um bretskan sjógv.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Michael Gove fundaðust eisini, meðan bretski ráðharrin vitjaði. Á fundinum varð tosað um framtíðar strandarlandasamráðingar, framtíðar fiskivinnusamstarv og framtíðar handilssamstarv millum Føroyar og Bretland.

– Brexit er ein av okkara størstu uttanríkispolitisku avbjóðingum júst nú. Við Brexit kunnu vit vænta fleiri broytingar í handils- og fiskivinnu, ið eru hornasteinar í føroyskum uttanríkispolitikki. Bretski marknaðurin er millum størstu útflutningsmarknaðirnar hjá okkum. Tí er tað avgerandi, at vit leggja nógv fyri at styrkja okkara viðurskifti við Bretland. Mín greiða fatan, eftir at hava tosað við bretska ráðharran, er, at eisini vit hava týdning fyri Bretland. Eg vóni, at vit fara undir eitt tætt og vælskipað samstarv millum londini komandi árini, sigur løgmaður í tíðindaskrivi.

Løgmaður, Høgni Hoydal og Poul Michelsen eru allir samdir um týdningin av samstarvi landanna millum:

– Tað er avgerandi at menna sambandið við Bretland, nú landið fer úr ES, og broytingar standa fyri framman. Fundurin í dag var ein týðandi liður í tí arbeiðinum. Vit høvdu sera tætt samstarv við bretar, áðrenn ES varð til. Vit hava havt gott samstarv, meðan Bretland hevur verið ES-limaland, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í tíðindaskrivi.