Byggisamtyktir skulu vera sjónligari

Tórshavnar kommuna hevur tikið stig til, at byggisamtyktir skulu vera sjónligari og at lýsast skal betur við broytingum. Frameftir skulu byggisamtyktir lýsast betur í miðlum, soleiðis at lættari er hjá borgarinum at fylgja við. 

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu bórust tíðindi fríggjadagin um, at byggisamtyktir frameftir skulu vera sjónligari hjá borgarum, soleiðis at borgarin varnast byggisamtykturnar, áðrenn broytingarnar eru framdar. Málið er ein liður í ætlanini hjá samgonguni í Tórshavnar kommunu um, at tað frameftir skal vera lættari hjá borgarum at hoyrast og finna tilfar, tá ið byggisamtyktir verða framdar.

Marin Katrina Frýdal arbeiddi nógv við málinum í seinastu býráðssetu. Hon skrivaði millum annað lesarabræv, har hon kallaði tað at arbeiða uttan heimild, tá ið byggingin í sambandi við havnaútbyggingina fór fram. Byggisamstyktin varð tá lýst saman við tveimum lýsingum um byggisamtyktir við matriklum á Oyggjarvegnum. Millum annað tí verða byggisamtyktir nú lýstar í egnari serskiltari lýsing og ikki saman í einari lýsing.

Á nýggjari síðu hjá kommununi ber frameftir til at lesa um broyting í byggisamtykt, síggja kort og myndir av økinum og fáa innlit í, hvussu langt viðgerðin av hvørjum einstøkum máli er komin. Til ber at síggja ta síðuna her 

Á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini var 10. mai samtykt at uppraðfesta miðlingina av byggisamtyktum beinavegin, soleiðis at tíðindi um byggisamtyktir frameftir fara at verða lýstar betur í miðlunum, umframt at byggisamtyktir eisini fara at koma á Facebook sum serlig tíðindi.

Í viðmerking til Tórshavn.fo sigur Marin Katrina Frýdal, at “Borgarar hava seinastu árini fleiri ferðir víst á, at teir ikki hava varnast, at byggisamtyktir eru broyttar, fyrr enn broytingarnar eru framdar. Hatta er nú broytt. Nú virða vit almennar hoyringar og gera tær fram um alt sjónligari, so øll hava møguleika fyri at síggja tær og gera viðmerkingar. Vit hava nú raðfest hetta soleiðis, at kunningin fer væl út bæði á netinum og í bløðum.”