Danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroyar

Í morgin mánadagin 12. juni kemur danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, til Føroya á árliga fundin við landsstýrismannin í uttanríkismálum.

Tíðindaskriv frá uttanríkis- og vinnumálaráðnum, 

Á skránni fyri fundin er sínámillum kunning um politisku støðuna, og landsstýrismaðurin og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera áleikandi uttanríkispolitisk mál, m.a. ætlanina hjá landsstýrinum um at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina, málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum og arktiska samstarvið.

Aftan á fundin verður tíðindafundur. Tíðindafundurin verður kl. 16.15 umborð á Brimli, ið liggur við kai í Tórshavn.

Á ferðini skal danski uttanríkisráðharrin eisini hava fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Danski uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur týsmorgunin.