Dennis nýggjur formaður

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, er nýggjur formaður í Suðuroyar Tjóðveldisfelag.

Sunnudagin 19. mars hevði Suðuroyar Tjóðveldisfelag aðalfund. Á fundinum vórðu Dennis Holm, Finnbjørn Hovsgarð, og Anna Brattaberg Samuelsen valdi í nevndina.

Nevndin skipaði seg við Dennis Holm sum formanni, Annu B. Samuelsen sum næstformanni og Finnbjørn Hovsgarð sum skrivara.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, greiddi frá politisku støðuni.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, greiddi á fundinum frá politisku støðuni.