Enn ber til at endurbøta týndar vistskipanir

Hetta eru greiðu boðini í einari fráboðan frá ST-aðalskrivaranum, har endamálið komandi 10 ára skeiðið er at menna eina fólkarørslu, til at endurbøta heimsins vistskipanir.

5. juni er altjóða umhvørvisdagur, og í tí sambandi hevur ST kunngjørt, at komandi áratíggju (2021-2030) at vera áratíggju fyri endurbøting av heimsins vistskipanum.

António Guterres, ST-aðalskrivarin, sigur soleiðis um avgerðina:
– At náttúran verður týnd, er við til at máa grundarlagið undan vælferðini hjá 3,2 milliardum fólkum ella hjá 40% av heimsins íbúgvum. Tíbetur er jørðin mótstøðufør, men henni tørvar okkara hjálp. Vit hava enn tíð at bøta um skaðan, sum vit hava gjørt.

Fráboðanin hjá ST er av stórum týdningi. Heimsins vistskipanir veita okkum føði, vatn, tilfeingi og vælferð, og hóast teirra grundleggjandi týdning eru tær í ógvusligari afturgongd. Skógir verða feldir við miklari ferð. Vandi er fyri, at vit fara at missa 90% av heimsins koralrivum áðrenn 2050, eisini hóast alheimsupphitingin verður hildin niðan fyri 1,5 hitastig. Haraftrat vísa granskarar á, at ein millión sløg av plantum og djórum eru í vand fyri at doyggja út – fleiri innan fá áratíggju, og at neyðugt er við munandi átøkum beinanvegin.

António Guterres sigur at enda í síni fráboðan:
– Henda altjóða rørsla skal savna stjórnir, vinnulív, felagsskapir, borgarasamfeløg og borgarar í eini higartil ósæddari roynd at lekja jørðina. Við at endurbøta vistskipanir, kunnu vit fáa ferð á eina broyting, sum fer at viðvirka til, at vit náa øll tey burðardyggu heimsmálini.

Vit eiga at varðveita, endurskapa og endurbøta okkara vistskipanir. ST hava útgivið eina leiðbeining um hetta arbeiði, og hvussu politikarar, fyritøkur og borgarar kunnu fara til verka. Hon kann lesast og takast niður her.

Her ber til at síggja video-brot við António Guterres: https://twitter.com/antonioguterres/status/1400979432316313601?s=20