FK gevur út serblað við vistfrøðiligum vørum

Í mong ár hevur FK arbeitt við at víðka um úrvalið av vistfrøðiligum vørum og vørum, ið ikki innihalda ávís tilsetingarevni. Samlaða sølan av vistfrøðiligum vørum í FK er í dag um 8% og málið er at økja munandi um hendan partin. Fyri at økja um søluna av visfrøðiligum vørum hevur FK givið út serblað við vistfrøðiligum vørum.

Í tíðindaskrivi boðar FK frá, at handilin fer at leggja størri dent á at selja vistfrøðiligar vørur.  Til fyri stuttum vóru 37% av øllum eggum í FK vistfrøðilig. Nú eru øll egg, ið FK selur, vistføðilig ella undan fríttgangandi hønum. Egg frá fríttgangandi hønum eru tó ikki neyðturviliga vistfrøðilig.

– Samlaða sølan av vistfrøðiligum vørum í FK er í dag um 8% og málið er at økja munandi um hendan partin. Tí geva vit fólki møguleika at velja tær vistfrøðiligu vørurnar og kanska byrja við teimum vørum, ið ein brúkar mest – tær gera størstan mun. Änglamark vørumerkið hjá Coop samtakinum tryggjar, at talan antin er um vistfrøðiliga vøru ella vøru, ið ikki inniheldur tilsetingarevni, ið mett verður at kunna hava óheppin árin, sigur Bo Møller, marknaðarleiðari hjá FK, í tíðindaskrivi.

Nýggja serblaðið, sum FK gevur út, hevur 16 síður:

– Sum eina roynd, hava vit savnað júst hesar vørur í eitt og sama tilboðsblað, sum sjálvandi eisini er svanamerktur prentlutur frá Føroyaprent. Hetta man vera fyrstu ferð í norðanlondum, at eitt tilboðsblað frá eini handilsketu einans inniheldur vistfrøðiligar vørur, sigur Bo Møller í tíðindaskrivi.