Fólkafundur úti í Grøv

Fríggjadagin skipar Unga Tjóðveldið í Norðuroyggjum fyri fólkafundi úti í Grøv. Á skránni verða røða og felagssangur, umframt at Danny Baldursson eisini spælir nøkur løg. 

Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi í gamla svimjihyli úti í Grøv fríggjakvøldið 21. juli. Tiltakið byrjar kl 19.30, og á skránni er tónleikur við Danny Baldursson, felagssangur, røða og ymiskt vælsmakkandi. Tað verður eisini grillað, um tað viðrar.

“Tað kann vera trupult at spáa um føroyska summarveðrið, men eg eri vísur í, at tað verður góður stemningur óansæð”, sigur Rasmus Biskupstø, ein av fyriskiparunum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og úr Unga Tjóðveldinum í Norðoyggjum siga tey seg gleða seg at síggja nógv fólk savnast til eina hugnaliga løtu í Føroya fagrastu viðarlund.