Føroya fólks ogn ikki privatiserast

… og manningin má tryggjast

Stórur partur av formansrøðuni fevndi um hví fiskivinnunýskipanin er so týdningarmikil, og Høgni Hoydal nevndi 5 høvuðstættir sum í stóran mun fevndu um at framtíðartryggja vinnuna og framtíðarmøguleikarnar hjá Føroya fólki.

Høvuðsendamálini við fiskivinnunýskipanini eru hesi:

  • Vit skulu røkja fiskastovnarnar, so at teir kunnu endurnýggja eg og kasta mest møguligt av sær til okkum og komandi ættarlið.
  • Vit skulu tryggja, at tilfeingið er ogn Føroya fólks og varandi grundarlag hjá tjóðini – og ikki verður privatiserað.
  • Vit skulu fáa mest møguliga virðisøking burturúr fiskatilfeinginum til føroyska samfelagið, vinnuna og fólkið. Alt tað virksemið, tann dugnaskapur og teir førleikar, sum eru knýtt at tí at veiða og virka og vinna burturúr fiskivinnu, skal mennast í Føroyum.
  • Vit skulu skapa javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram reka vinnu og at fáa sum mest burturúr kring landið. Og vit skulu ikki lata fiskirættindi út, men bjóða tey út.
  • Vit skulu hava eina skipan, har tann serligi eykavinningurin av at fáa atgongd til fiskin – tann sonevnda tilfeingisrentan – ikki gerst ein privat søluvøra, men hesin vinningur fellur til landið.

Høgni hevur verið á nógvum hoyringsfundum, og hann undraðist, at eitt av stóru fakfeløgunum hevði ta niðurstøðu, at tað er eitt aftustig at lógarfesta, at krøv verða sett til at føroyskir sáttmálar skuldi haldast, og at øll manningin skal hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Hann nevndi eisini, at spuringar hava verið frammi um at gera nýggj fakfeløg. Høgni gjørdi púra greitt, at uppskotið arbeiðir ímóti sosialari dumping.