Føroyar og Grønland á breddan í Norðuratlantsbryggjuni

Í gjárkvøldið vóru 100 donsk sendifólk til móttøku á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og grønlendska starvssystir hansara, Suka Fredriksen vóru samvertir fyri móttøkuni.

Endamálið við móttøkuni var at kunna donsku sendifólkini um, hvat rørir seg í føroyska og grønlendska samfelagnum, í politiska landslagnum og á vinnuliga økinum. Hetta boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Landsstýrismaðurin greiddi sendifólkunum frá politisku ætlanunum hjá landsstýrinum viðvíkjandi uttanríkisøkinum, fiskivinnunýskipanini og búskaparpolitikki.

Kári Holm Johannesen, sum starvast á Hagstovuni, vísti á góðu gongdina í fólkatalinum, á framgongdina í búskapinum og vøksturin í útflutningi seinastu árini. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, legði fram um føroyskt vinnulív í altjóða høpi – bæði um møguleikarnar og tær avbjóðingar, sum stinga seg upp, tá ið føroyskar fyritøkur royna seg uttan fyri landoddarnar.

“Móttøkan var eitt gott høvi at økja um vitanina hjá donsku sendifólkunum um føroysk viðurskifti. Í teimum londum, vit ikki sjálv eru umboðað, samstarva vit við donsku sendistovurnar millum annað í arbeiðinum at vinna Føroyum betri handilssømdir við onnur lond,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í tíðindaskrivinum.

Fyri móttøkuna hitti Poul Michelsen eisini danska uttanríkisráðharran Anders Samuelsen. Teir umrøddu millum annað Brexit og føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum. Poul Michelsen vísti Anders Samuelsen á tørvin at broyta uttanríkispolitisku lógina, so Føroyar fáa víðari heimildar at virka í uttanríkispolitikki. Samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur allatíðina havt sum mál, at uttanríkispolitiska heimildarlógin skal endurskoðast.

“Við verandi lóg fáa vit ikki røkt okkara uttanríkispolitisku áhugamál á fullgóðan hátt. Vit hava til dømis ikki sjálvstøðugan limaskap í fiskiveiðifelagsskapum, og eru avmarkað í okkara møguleikum at gerast sjálvstøðugur partur av altjóða sáttmálum,” sigur Poul Michelsen.