Føroyingar avhoyrast í Íslandi í dag

Íslendska ríkisútvarpið skrivar á heimasíðu síni, at fleiri føroyingar skulu avhoyrast í Birnumálinum í dag. Polar Nanoq liggur í Hafnafirði. 

Rættarmálið móti grøndlendska sjómannninum, ið er ákærdur fyri at hava myrt íslendsku Bírnu Brjánsdóttur, byrjar í dag, og fleiri føroyingar skulu avhoyrast í málinum í dag. Á skipinum, ið grønlenski sjómaðurin sigldi, við vóru fleiri føroyingar millum annað bæði skipari og kokkur.

RUV.is, ið er heimasíðan hjá íslendska ríkisútvarpinum skrivaði í morgun, at Polar Nanoq, ið er skipið, talan er um, legði at í Hafnafirði í morgun, og at danskur tulkur verður í rættarsalinum, tí føroyingarnir skulu avhoyrast.

Annars verður steðgur í sakini í eina tíð, tí okkurt tilfar, ið skuldi kannast í Týsklandi, ikki er klárt enn.

Tíðarlinja í málinum verður komandi dagførd á íslendskum her