Fosturtøka verður ov lítið viðgjørd

Ung fyri Miðflokkin skipa í kvøld fyri kjaktiltaki um fosturtøkulógina í Perluni í Havn. Aksel Berg, nevndarlimur í Ungum fyri Miðflokkin heldur, at evnið verður ov lítið viðgjørt. 

Ung fyri Miðflokkin skipa í kvøld fyri tiltaki í perluni í Havn um fosturtøkulógina. Á tiltakinum verður pallborð, har umboð fyri ymiskar politiskar flokkar luttaka, umframt at ProVita, ið er áhugafelagsskapur ímóti fosturtøku, eisini luttekur.

– Vit halda, at fosturtøka er eitt ógvuliga týdningarmikið evni, men tað virkar, sum politikkarir ikki tora at tosa um tað, og tí verður tað sjáldan viðgjørt, sigur Aksel Berg, nevndarlimur í Ungum fyri Miðflokkin.

Hann heldur, at kjakið kanska er trý-býtt ímillum tey, ið vilja hava eina strangari fosturtøkulóg, tey, ið vilja hava eina meira liberala lóg og tey, ið halda núverandi lóg vera fína, men hann heldur, øll eru samd í, at lógin má dagførðast.

Aksel Berg sigur eisini, at tey vænta nógv fólk til tiltakið, tí yvir 200 fólk hava víst áhuga á Facebook. Hann vísir á, at tað passa umleið 100 fólk inn í Perluna, so kanska tað er ein góð meting, at eini 100 fólk koma til tiltakið.

– Fyri at taka samanum kann eg siga, at vit skipa fyri tiltakinum, tí vit halda tað er eitt týdningarmikið evni, ið eigur at verða meira viðgjørt.

Tey, ið kjakast á tiltakinum, eru Rani A. Skaalum fyri Miðflokkin, Ruth Vang fyri Framsókn, Katrin Kallsberg fyri Tjóðveldi, Barbara Gaardlykke Apol fyri Sosialistisk Ung og Jórun Pólsdóttir fyri Føroya Pro Vita.

Rebekka Manuela Behrens verður orðstýrari, og tiltakið byrjar klokkan 20.00. Á Facebook síðu síni siga Ung fyri Miðflokkin, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.