Fullveldi Føroya aftur á bredda

Leygardagin 24. apríl 2021 vóru “fullveldissamráðingarnar” á bredda í Klaksvík, tá Norðoya Tjóðveldisfelag skipaðu fyri pallborðsfundi

Nógv fólk vóru komin á fund, ymsastaðni úr landinum, at hoyra um, hvussu høvuðspersónarnir í fullveldissamráingunum í 2000, nú góð 20 ár eftir hendingarnar, mintust tilgongdina.

Anfinn Kallsberg, Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø greiddu frá, hvussu tey upplivdu samráðingarnar, umframt frá fólkaatkvøðuni, sum skuldi vera hin 26. mai 2001.

Áhugavert var at hoyra um harðbalnu samráðingarnar og har var ein ávís nostalgi í at síggja tey fýra savnaði aftur. Eisini góvu tey síni boð uppá, hvussu vit best arbeiða fram móti teimum frælsu Føroyum.

Nú er tann stundin komin, at vit aftur seta fullveldið Føroyar á breddan!

Anfinn Kallsberg, ið var løgmaður og samráðingarleiðari og Høgni Hoydal, ið var varaløgmaður í “fullveldissamgonguni” frá 1998 til 2002.
Væl av fólki var komið at lurta.
Tveir kendir norðoyingar, Símun Gulaksen formaður í Norðoya Fólkafloksfelag og Jóhan Lützen blaðstjóri á Norðlýsinum.
Við pallborðið sótu Karsten Hansen, Helena Dam á Neystabø, Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal. Orðstýrari var Beinta Løwe.
Eitt valalið av føroyskum politikarum, ið setti Føroyar og ríkisrættarligu støðu okkara á heimskortið undir “fullveldislandsstýrinum” 1998-2002.
Tjóðsangurin verður sungin.