Skottilburður hevur verið á tokstøð í München. Fýra fólk eru løstaði, men ongin hevur latið lív.
Sambært BBC eru fýra fólk løstað, eftir at ein maður tók skotvápn frá einari løgreglukvinnu á einari tokstøð í München og skeyt frá hond. Løgreglukvinnan varð skotin í høvdið, og hon er illa løstað.
Tvey onnur, ið vóru í nánd eru eisini skotin, men sambært BBC eru tey ikki í lívsvanda.
Maðurin, ið skeyt, varð sjálvur skotin av løgreglunni, ið kom á staðið skjótt eftir tilburðin. Hann er skaddur, men sum skilst heldur ikki í lívsvanda.
Talan er ikki um yvirgang, men um einstakan tilburð og løgreglan boðar frá, at ongin annar varð raktur av skotunum.
Les meira her