Grind funnin eystan fyri Nólsoynna

Grind er funnin eyðstan fyri Nólsoynna. 

Sambært in.fo, sum hevur tosað við grindaformannin, er grindin stór.

Bátar liggja hjá grindini uttan fyri Nólsoyarbygd. Bíðað verður umleið hálvan tíma, tá ið sjóvarfallið skiftir, og tað fer at bera betur til at reka grindina inn ímóti Sandágerði.