Grønlendskur tjóðardagur í dag

Í dag er grønlendskur tjóðardagur. Dagurin verður hildin við hátíðarhaldum kring Grønland og varð hátíðarhildin fyrsta sinni í 1983. 

Grønlendska landstingið samtykti í 1983 at halda grønlendskan tjóðardag á longsta degi hvørt ár. Sambært heimasíðuni Greenland.com verður dagurin hildin við guðstænastum, kaffemik og ymiskum hátíðarhaldum kring landið. Fólk ganga eisini í tjóðarbúnanum hendan dagin.

Tað var eisini 21. juni í 2009, at Grønland fekk nýggju heimastýrisskipanina, sum landið virkar eftir í dag.

Dagurin verður eisini hildin sum flaggdagur í danska ríkinum í dag, tí danska stjórnin fyri einum góðum ári síðani valdi at flagga við grønlendska falgginum í øllum almennum donskum bygningum á hesum degi.