Hart stríð millum USA og Norðurkorea

Eitt samt trygdarráð hjá Sameindu Tjóðum hevur fleiri ferðir átalað og hert revsitiltøk mótvegis Norðurkorea. Orsøkin er teirra kjarnorku- og rakettútgerð, sum Norðurkorea mennir, ger royndir og hóttir við. Í løtuni eru nógvar hóttanir millum USA og Norðurkorea. Donald Trump sigur, at um Norðurkorea ikki steðgar við at hótta USA, so verður landið “møtt við bæði eldi og øði”. Afturfyri hóttir Kim Jong-un við at leypa á Guamoynna, sum er hjáland hjá USA.

Fyri at skilja stríðið landanna millum er neyðugt við søguligari frásjón. Japan hertók Korea í 1910, men aftan á seinni heimsbardagi endaði í Evropa, avtalaðu tey sameindu, sum var samstarvið millum tey fýra stóru londini Stórabretland, Sovjetsamveldið, USA og Kina, at USA og Sovjetsamveldið býttu Korea hálvoynna. Tey lupu á hvør sín part av hálvoynni, og Japan gav seg.

Síðani settu bæði stórveldini stjórnir í nýggju londini, sum høvdu somu hugsjón sum tey. USA eina høgravenda stjórn í Suðurkorea, og Sovjetsamveldið eina kommunistiska stjórn í Norðurkorea. Upprunaliga var ætlanin, at Korea skuldi sameinast aftur, men hetta er enn ikki veruleiki. Koreakríggið byrjaði 25. juni 1950, tá ið Norðurkorea leyp á Suðurkorea. USA og nógv onnur vesturlendsk lond stuðlaðu Suðurkorea, meðan Sovjetsamveldið og Kina stuðlaðu Norðurkorea. Kríggið vardi til 27. juli 1953, tá ið friðaravtala varð undirskrivað. Hetta var fyrsta veruligi bardagin undir kalda krígnum. Í 2009 fór Norðurkorea úr aftur friðaravtaluni, tó hevur vápnað kríggj ikki hevur verið millum londini bæði síðan.

Einaræðisharrin Kim Jong-un tók við valdinum eftir pápan Kim Jong-il í 2011. Eitt av hansara hjartamálum hevur verið at menna kjarnorkuvápnini og rakettirnar hjá Norðurkorea. Hetta hevur skapt nógv stríð við onnur lond. Í ár hava tey sent fleiri rakettir avstað, m.a. sigur Norðurkorea, at tey nú hava so nútímans tøkni, at tey klára at raka Alaska, sum er partur av USA. Sum aftursvar hevur trygdarráðið hjá Sameindu Tjóðum sett herd revsitiltøk í verk fleiri ferðir. Kina hevur fyrr verið tættasti samstarvsfelagi hjá Norðurkorea, men eisini tey hava viðtikið revsitiltøkini. Revsitiltøkini snúgva seg m.a. um ikki at innflyta ymsar vørur úr Norðurkorea. Hetta hevur tó ikki steðgað einaræðisstýrinum enn, sum framhaldandi mennir kjarnorkuvápnini.

Donald Trump, amerikanski forsetin, hevur fingið nóg mikið av hóttanum, sigur hann. Á tíðindafundinum hótti hann Norðurkorea við bæði “eldi og øði”. Ongin veit tó heilt, hvat hann meinar við. Kim Jong-un hevur síðani hótt við at senda rakettir eftir Guamoynni, sum liggur í Kyrrahavinum í Asia. Oyggin er amerikanskt hjáland og hevur eina stóra herstøð, har m.a. kjarnorkuvápn eru. Sambært almennu tíðindastovuni hjá Norðurkorea er landið klárt við einari ætlan fyri at leypa á Guam seinni í august.

Nógvir serfrøðingar eru tó samdir um, at hvørki Donald Trump ella Kim Jong-un gera meira við hóttanirnar. Hvørki av londunum hava áhuga í einum kjarnorkukríggi, men hørð orð fara framhaldandi at verða søgd landanna millum.