Havstovan og fiskidaganevndin ósamdar

Í dag er 1. viðgerð í løgtinginum av ásetan av fiskidøgum. Havstovan og fiskidaganevndin eru ósamdar, um hvussu fiskastovnarnir eru fyri.

Fiskidaganevndini er umboðað av umboðum úr fiskivinnuni, m.ø. partrolaraumboðum, Felagnum Linuskip, Meginfelag Útróðrarmanna og Føroya Fiskimannafelag. Sambært nevndini eru “náttúruumstøðurnar við okkum í løtuni”. Nevndin sigur, at fiskurin er feitur, fiskastovnarnir betur fyri, tilgongdin hampuliga góð, at nógv meira æti er at síggja, og nebbasildin er í støðugum vøkstri 4. árið á rað. Hetta er í andsøgn til kanningar hjá Havstovuni.

Fiskidaganevndin vísir á, at 3. árið á rað sær tað betur út hjá toskinum. Meiri er til av toski, og toskurin er feitur. Eisini verður mett, at tilgongdin er hampilig, sigur fiskidaganevndin.

Hýsustovnurin er í støðugari framgongd, eftir at støðan hevur verið vánalig í fleiri ár. Hýsan er eisini sera feit, og tilgongdin er munandi betri í ár enn undanfarin ár, og meta fiskimenn støðuna hjá hýsuni at vera góða í mun til undanfarin ár, sigur fiskidaganevndin.

Eisini meta fiskimenn, at upsastovnurin er hampiliga væl fyri.

Fiskidaganevndin byggir sína vitan á kanning gjørd millum fiskimenn í 2017 og aðrar kanningar, sum eru blivnar gjørdar av saltinnihaldi, tøðum, hita, æti í sjónum og tilgongd av fiski.

Kanningar hjá Havstovuni vísa onnur úrslit
Havstovan er tó á øðrum máli. Havstovan ger vísindaligar tilráðingar og metingar. Hetta gera tey við fiskirannsóknum við Magnusi Heinasyni og leigaðum skipum, og harumframt kanningar av veiðuni hjá fiskiskipum.

Stovnsmetingarnar vísa, at toska- og hýsustovnarnir eru sera illa fyri. Tilgongdin hjá toski og hýsu hevur svikið í fleiri ár á rað enn nakrantíð áður í nýggjari tíð. Tó eru ábendingar um, at 2015 árgangurin hjá hýsu er toluligur og at 2016 er góður, so vónir eru um ein ávísan bata í tilgongdini til hýsustovnin. Toskaárgangurin 2015 er lítil, men 2016 árgangurin sær út til at vera toluligur.

Um upsastovnin vísur Havstovan eins og fiskidaganevndin á, at hann er hampuliga væl fyri.

Til ber at lesa tilmælið frá Havstovuni her.

Til ber at lesa tilmælið frá Fiskidaganevndini her.