Meirilutin í landsstýrismálanevndini hevur viðgjørt kæru frá Meginfelag útróðrarmanna, men heldur ikki, at Høgni Hoydal hevur gjørt nakað galið.
Kæran um Høgna Hoydal snúði seg um trý punkt:
1. Brot á LVF § 22, stk. 4 um serstaka upplýsingingarskyldu í sambandi við ásetan av fiskidøgum/fiskirættindum.
2. Óviðkomandi og ófullfíggjaða eftirkannan av heimildargrundarlagnum fyri íverksetan av átøkum og diskriminerandi inntrivum.
3. Villleiðing av løgtinginum.
Niðurstøðan hjá meirilutanum í landsstýrismálanevndini, sum er Annita á Fríðriksmørk og Magnus Rasmussen, er, at Høgni ikki hevur gjørt nakað galið í nøkrum av kærupunktunum.
Minnilutin, Jógvan Skorheim, hevur eins og fyrr gjørt greitt, at hann ikki vil viðgerða kærur í landsstýrismálanevndini, tí hann ikki heldur landsstýrismálanevndin hevur nóg góðar heimildir at viðgerða kærur.
Les alla niðurstøðuna her