Høgni onki gjørt skeivt

Løgmaður hevur sent bræv til Høgna Hoydal, har hann skrivar, at Høgni ikki hevur brotið ábyrgd landsstýrismanna. 

Tað hevur verið rættiligur ruðuleiki, eftir at andstøðan ferð eftir ferð hevur ákært landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri at bróta lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Orsøkin er, at flyting av loyvum frá línuskipi á uppisjóvarskip er farin fram í hansara tíð sum landsstýrismaður, hóast løgtingsins umboðsmaður hevur sagt, at tílík flyting ikki er loyvd. Umboðsmaðurin skrivaði fráðgreiðing, eftir at flytingar fleiri ferðir fóru fram, tá ið Jacob Vestergaard var landsstýrismaður.

Løgmaður kravdi at fáa eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, ið hann fekk, og nú hevur Aksel V. Johannesen svarað Høgna Hoydal aftur. Hann metir ikki, at Høgni Hoydal hevur brotið ábyrgd landsstýrismanna á nakran hátt.

– Mett verður ikki, at rímilig grund er at halda, at tú hevur framt brot á § 5 í løgtingslógini um landsstýrismannaábyrgd, av tí at tú ikki hevur verið beinleiðis upp í avgerðunum um at flyta veiðuloyvi, men at avgerðirnar eru tiknar av embætisverkinum, sigur Aksel V. Johannesen millum annað í brævinum. Hann metir heldur ikki, at Høgni Hoydal hevur tagt við upplýsingum fyri lrøgtinginum.

– Heldur ikki verður mett, sum málið nú er upplýst, at rímilig grund er at halda, at tú hevur forsømt eftirlitsskyldu tína eftir landsstýrismannaábyrgdarlógini § 4, eins og tað heldur ikki er rímilig grund at halda, sum málið higartil er upplýst, at tú hevur sagt ósatt fyri løgtinginum ella, at tú hevur tagt við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum, skrivar løgmaður.

Meting av politiskari handfarðing
Løgmaður sigur í brævinum, at hann umframt at meta um løgfrøðiligu handfaringina av málinum, eisini hevur mett um politisku handfaringina.

– Politiskt eri eg sjálvsagt ikki nøgdur við gongdina í málinum. Men eg eri nøgdur við, at tú fórt inn í málið fyri at fáa tað á rætta kós, sigur hann um tann partin.

Løgmaður vísir á, at Høgni Hoydal longu hevur kravt broytingar í sínum embætisverki, og at stig eru tikin til, at mistakið ikki endurtekur seg. At enda heitir løgmaður á Høgna Hoydal um at siga frá, tá ið hann heldur neyðugar broytingar eru hendar í embætisverkinum.

Lesið bræv løgmans til landsstýrismannin í fiskivinnumálum her