Í morgin verður laksatorg í Saltangará

Árliga laksatorgið verður í Saltangará í morgin. Smakkiroyndir av laksinum hjá Bakkafrost og tónleikur, málingalist og mentan annars verður á skránni. 

Árliga laksatorgið í Saltangará verður sett í morgin klokkan 10.00. Á skránni eru laksasmakkiroyndir, fiskauppboðsøla, tónleikur, barnaundirhald og mangt annað.

Tað er Sølvi R. Hansen, formaður í mentanarnevndini hjá Runavíkar kommunu, ið setur torgið.

Ímillum tónleikararnar, ið spæla til tiltakið, eru Kristina Bærentsen, Kári Sverrisson, umframt at útlendska Involukrados, ið spælir latín-amerikanskan tónleik, eisini luttekur á tiltakinum.

Eins og Fjúrtandi skrivaði fyrr í vikuni, er eisini listaframsýning í býráðssalinum. Har sýna Bessi Bjarnason og Sóley Wen málningar og tekningar fram.

Klokkan 13. 00 verður fiskauppboðsøla á pallinum og klokkan 15.30 verða fimleikakynstur framførd.

Tað er Runavíkar kommuna, ið saman við vinnulívinum, ítróttarfeløgunum og øðrum pørtum, ið skipar fyri tiltakinum. Tað er kunningarstovan í samskipar tiltakið.

Øll skráin til tiltakið kann lesast her